Hondbóltur

Menninir hjá StÍF sigraðu eisini á H71

Oddaliðið úr Hoyvík fór av Skála við ongum eftir sera tættan dyst. Neistin hevði sítt baks í Klaksvík, men fór suður aftur við tveimum stigum.

Ungi strikuleikarin, Ivan Mrdalo, gjørdist deildur toppskjútti í góða sigrinum hjá StÍF í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Ungi strikuleikarin, Ivan Mrdalo, gjørdist deildur toppskjútti í góða sigrinum hjá StÍF í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-08 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Okkara-deildini hjá monnum vórðu leiktir seint seinnapartin. 

Hoyvíkingar høvdu ikki nakran góðan dag í høllini á Skála. Fyrst taptu kvinnurnar sera óvæntað, og síðani taptu menninir sín annan dyst í ár. StÍF gjørdist ein ov stórur biti. 

Tað leikaði sera javnt á fyrstu løtuna. Um miðjan 1. hálvleik fór H71 eitt sindur, tá verjan av álvara fekk takið á heimaliðnum eina løtu, men munurin í steðginum var bert eitt mál. Tað var sera spennandi, og sum heild vóru nógvar útvísingar í dystinum.

Leingi í 2. hálvleiki skiftust liðini um at skora. StÍF var sera sjálvdan frammanfyri, og tá hoyvíkingar komu á 29-27 fyri tíð, og Sveinur Justinussen síðani fekk eina útvísing, sá tað einki út hjá heimaliðnum. Men so varð Rúni Vest Højgaard eisini útvístur, og StÍF fekk trý mál á rað. H71 javnaði til 30-30, men í seinastu løtu avgjørdi afturvendi Pætur Johansen dystin. Ein sera góður og umráðandi sigur til teir av vestara armi av Skálafjørðinum. 

Í Klaksvík skuldi Neistin, ið vann týdningarmiklan sigur á VÍF týskvøldið, hava tvey stig. Tað eydnaðist eisini, men Team Klaksvík, ið einki stig hevur, var leingi heilt við og bjóðaði teimum blákløddu av. Seinastu smáu tjúgu minuttirnar var Neistin tó omaná, og tað eydnaðist at varðveita 2. plássið. 

StÍF - H71 31-30 (14-15)
Toppskjúttar: Ivan Mrdalo og Sveinur Justinussen 8 mál, Hilmar Leon Jakobsen 7 mál

Team Klaksvík - Neistin 24-28 (12-12)
Toppskjúttar: Sámal á Tjaldrafløtti 8 mál, Dánjal Ragnarsson, Julian Kragesteen og Tróndur Mikkelsen 6 mál

Støðan: 
1. H71 18 stig (11 dystir)
2. Neistin 16 stig (12 dystir)
3. StÍF 15 stig (11 dystir)
4. VÍF 12 stig (11 dystir)
5. KÍF 9 stig (10 dystir)
6. Kyndil 6 stig (10 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (11 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder