Fótbóltur

Ljungberg leitar eftir sínum fyrsta sigri

Arsenal hevur ikki vunnið seinastu níggju dystirnar, og í kvøld er London-uppgerð á skránni.

Arsenal tapti fyri Brighton á heimavølli hósdagin, og stúranirnar halda fram á Emirates (Mynd: EPA)

Arsenal tapti fyri Brighton á heimavølli hósdagin, og stúranirnar halda fram á Emirates (Mynd: EPA)

2019-12-09 16:21 Author image
Agnar Prestá

Seinasti dystur í 16. umfari í Premier League verður leiktur í kvøld. Hann er á olympiska leikvøllinum í London, og talan er um grannauppgerð. Arsenal-liðið tekur stutt túrin til eystara partin av høvuðsstaðnum, har West Ham tekur ímóti.

Tað eru tvey lið, ið eru í einari sera ringari gongd, ið hittast. West Ham hevur tapt seks útav teimum seinastu níggju dystunum í Premier League. Harav er ein sigur komin - móti Chelsea 30. november. Arsenal hevur ikki vunnið í seinastu sjey dystunum í Premier League og seinastu níggju í øllum kappingunum.

Les eisini: Níggju dystir uttan sigur hjá Arsenal 

Síðani Unai Emery fekk sekkin hevur Arsenal spælt javnleik móti Norwich og tapt fyri Brighton. Eingin nýggjur høvuðsvenjari er settur, og fyribils venjarin, Frederik Ljungberg, hevur sera nógv at arbeiða við. 

 

Premier League 16. umfar

Kl.20:

West Ham - Arsenal


Leygardagin:


Everton – Chelsea 3-1

Bournemouth – Liverpool 0-3

Tottenham – Burnley 5-0

Watford – Crystal Palace 0-0

Manchester City – Manchester United 1-2


Les eisini: United vann grannauppgerðina


Sunnudagin: 


Aston Villa – Leicester 1-4

Newxastle – Southapmton 2-1

Norwich – Sheffield United 1-2

Brighton – Wolves 2-2


Les eisini: Átta á rað til Leicester og Vardy

Støðan: 
1. Liverpool (46 stig)
2. Leicester (38 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) 
5. Manchester United (24 stig)  
6. Wolves (24 stig)
7. Tottenham (23 stig)
8. Sheffield United (22 stig)
9. Crystal Palace (22 stig)
10. Newcastle (22 stig)
11.  Arsenal (19 stig)*
12. Brighton (19 stig)
13. Burnley (18 stig)
14. Everton (17 stig)
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)*
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig) 

* Ein dyst færri

placeholder
placeholder