Fótbóltur

So eydnaðist tað hjá Ljungberg at vinna

Í triðju royndini sum Arsenal venjari eydnaðist tað Arsenal legenduni Frederik Ljungber at vinna.

Frederik Ljungberg fekk í kvøld sín fyrsta sigur sum Arsenal venjari (Mynd: EPA)

Frederik Ljungberg fekk í kvøld sín fyrsta sigur sum Arsenal venjari (Mynd: EPA)

2019-12-09 22:27 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seinasti dystur í sekstanda umfarið í Premier League hevur verið í kvøld. Dysturin var ímillum West Ham og Arsenal, sum bæði hava verið í einari keðiligari gong í seinastuni.

Tað var heimaliðið West Ham sum legði seg á odda sjey minuttir fyri steðgin, tá Angelo Ogbonna skallaði bóltin í netið umvegis ein Arsenal leikara. Men í seinna hálvleiki megnaði Arsenal at venda dystinum, tá teir skoraðu trý mál uppá níggju minuttir. Fryst var tað Martinelli, ið javnaði til 1-1 tá ein tími var leiktur. Seks minuttir seinni var tað Nicolas Pepe, ið legði gestirnar á odda 1-2, áðrenn Pierre-Emerick Aubameyang staðfesti sigurin, tá hann tríggjar minuttir seinni skoraði til endaliga úrsliti 1-3.

Við sigrinum kom Arsenal uppá níggjunda pláss, men tað er framvegis langur vegur til topp-4, sum uttan iva er málið hjá felagnum. Arsenal er sjey stig aftanfyri Chelsea á fjórða plássi.

Komandi sunnudag tekur Arsenal ímóti Manchester City á Emirates leikvøllinum.

Premier League  16. umfar

Everton – Chelsea 3-1

Bournemouth – Liverpool 0-3

Tottenham – Burnley 5-0

Watford – Crystal Palace 0-0

Manchester City – Manchester United 1-2

Aston Villa – Leicester 1-4

Newxastle – Southapmton 2-1

Norwich – Sheffield United 1-2

Brighton – Wolves 2-2

West Ham – Arsenal 1-3

Støðan: 
1. Liverpool (46 stig)
2. Leicester (38 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) 
5. Manchester United (24 stig)  
6. Wolves (24 stig)
7. Tottenham (23 stig)
8. Sheffield United (22 stig)
9. Arsenal (22 stig)
10. Crystal Palace (22 stig)
11.  Newcastle (22 stig)
12. Brighton (19 stig)
13. Burnley (18 stig)
14. Everton (17 stig)
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder