Fótbóltur

TB fær tveir ungar danskar leikarar

19 ára gamlir leikarar koma frá Frem, annar miðverji og hin høgri bakkur.

Sebastian Kroner og Rasmus Møller (Myndir: bkfrem.dk)

Sebastian Kroner og Rasmus Møller (Myndir: bkfrem.dk)

2019-12-12 11:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar Bóltfelag hevur gjørt sáttmála við tveir 19 ára gamlar danskar leikarar.

Heimasíðan bold.dk skrivar, at tveir leikarar frá Boldklubben Frem í Keypmannahavn, Rasmus Møller og Sebastian Kroner, nú fara til Føroyar at spæla í eitt ár.

Tað er TB, sum hevur fingið teir báðar 19 ára gomlu leikararnar at spæla kappingarárið 2020. Nýggi venjarin hjá TB, týskarin Michael Winther, kom frá danska felagnum Brønshøj, og er tí kendur við danskan fótbólt.

Rasmus Møller er miðverji og spældi ungdómsfótbólt við FC København áðrenn hann skifti til Frem í summar. Sebastian Kroner er høgri bakkur og spældi við B93 áðrenn hann kom til Frem í summar, skrivar bold.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder