Fótbóltur

Liverpool og Leicester í eldin í dag

Nummar eitt og nummar tvey eru stórfavorittar móti botnliðunum.

Leicester ger sítt ítarsta fyri at jagstra Liverpool (Mynd: EPA)

Leicester ger sítt ítarsta fyri at jagstra Liverpool (Mynd: EPA)

2019-12-14 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíggju dagar eru til jólar, og skjótt fer dystarskráin at gerast tættari hjá ensku liðunum.

Liverpool spældi í Salzburg í vikuni, og skal í komandi viku spæla móti Aston Villa í Carabao Cup og dagin eftir í Katar í HM fyri lið. Liðið hjá Klopp, ið longdi sáttmálan við felagið í gjár, hevur 46 stig útav 48 møguligum og er ósigrað í seinastu 33 dystunum og teimum seinastu 49 á Anfield. Harvið bendir einki á, at botnproppurin Watford ger nakað við oddaliðið í dag.

[object Object]
Klopp hevur sera nógv at fegnast um fyri tíðina (Mynd: EPA)

Tað er eisini toppur ímóti botni í Leicester, har Pukki og Norwich vitja. Næstfremst móti næstaftast og nógv er uppá spæl hjá báðum liðum. Menninir hjá Rodgers skulu vinna fyri at hanga í áðrenn næstu tvær uppgávurnar, ið eru í Manchester (City 21 desember) og móti Liverpool 2. jóladag. Leicester er glóðheitt: Átta sigrar á rað, ið er longsta sigursrøðin hjá einum liði í ovastu fimm deildunum í Evropa (Onglandi, Spania, Italia, Týsklandi og Fraklandi) Í øllu hesum sigrunum hevur Jamie Vardy skorað minst eitt mál - samanlagt ellivu í átta dystum.

[object Object]
Vardy, her í orðadrátti við James Milner í 2-1 tapinum á Anfield í heyst. Vandamikli áleyparin hevur seinastu tíðina hugsavna seg um at skora mál og er toppskjútti í Premier League (Mynd: EPA)

Tilsamans eru seks dystir í dag. Flestu liðini í niðaru hálvu spæla; Chelsea skal royna at halda væl fast í 4. plássinum. 


17. umfar
14. desember

12.30: Liverpool - Watford

15.00: Burnley - Newcaslte
           Chelsea - Bournemouth
           Leicester - Norwich
           Sheffield United - Aston Villa 

17.30: Southampton - 

Støðan: 

1. Liverpool (46 stig)
2. Leicester (38 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) 
5. Manchester United (24 stig)  
6. Wolves (24 stig)
7. Tottenham (23 stig)
8. Sheffield United (22 stig)
9. Arsenal (22 stig)
10. Crystal Palace (22 stig)
11.  Newcastle (22 stig)
12. Brighton (19 stig)
13. Burnley (18 stig)
14. Everton (17 stig)
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder