Fótbóltur

Nýggi landsliðsvenjarin verður kunngjørdur á middegi

FSF hevur sent kunning út um, at tíðindafundur verður klokkan 12, har tað verður avdúkað, hvør nýggi landsliðsvenjarin er.

Sáttmálin millum Lars Olsen og Fótbóltssambandi gekk út eftir farnu EM-undankapping. Í dag verður greitt, hvør hansara avloysari verður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sáttmálin millum Lars Olsen og Fótbóltssambandi gekk út eftir farnu EM-undankapping. Í dag verður greitt, hvør hansara avloysari verður (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-16 09:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Lars Olsen á tíðindafundi fyrst í oktober boðaði frá, at hann ikki heldur fram sum føroyskur landsliðsvenjari, hevur dúliga verið gitt, hvør avloysari hansara verður. 

Fótbóltssambandið hevur fleiri ferðir boðað frá, at stórur áhugi hevur verið starvinum, og at talan verður um eina útlendska loysn. 

Í seinastu viku segði Virgar Hvidbro við Portalin, at fýra venjarar framvegis vóru í spæl. 

Sáttmálin millum partarnar verður undirskrivaður í dag, og tíðindafundurin í FSF-húsinum verður klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder