Fótbóltur

Guardiola móti Madrid

Liverpool skal eisini til Madrid og Chelsea og Bayern hittast í endurtøku av finaluni frá 2012. Nógv er at síggja fram til komandi tveir mánðirnar.

Hann dystaðist í nógv ár - fyrst sum leikari og so sum venjari - móti Real Madrid. Nú skal Pep Guardiola fyri fyrstu ferð í fimm ár hitta arvafíggindanu hjá Barcelona og royna at taka City eitt fet víðari í Champions League (Mynd: EPA)

Hann dystaðist í nógv ár - fyrst sum leikari og so sum venjari - móti Real Madrid. Nú skal Pep Guardiola fyri fyrstu ferð í fimm ár hitta arvafíggindanu hjá Barcelona og royna at taka City eitt fet víðari í Champions League (Mynd: EPA)

2019-12-16 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League hevur júst verið, og greitt er, at fótbóltsáhugaði fáa nógv áhugavert at síggja, tá kappingin verður tikin upp aftur í seinnu hálvu av februar: 

Áttandapartsfinalurnar:
Dortmund - PSG (Tuchel móti sínum gamla liðið)
Real Madrid - Manchester City
Atalanta - Valencia 
Atletico Madrid - Liverpool
Chelsea - Bayern Munchen
Lyon - Juventus
Tottenham - RB Leipzig
Napoli - Barcelona

Tað er skipað soleiðis, at tvey'ararnir úr bólkaspækinum verða á heimavølli. Av áugaverdum dystum kunnu nevnast: Thomas Tuchel skal við PSG møta sínum gamla felagið, katalanarin Guardiola og City, sum hava fingið skotið í skógvarnar at verða heppin í lutakøstum, møta Zidane og Real Madrid í einum brakið av einari uppgerð, og Napoli við nýggjum venjara skal royna at koppa Barcelona.

[object Object]
Frank Lampard fegnast her á Allianz Arena eftir finalusigurin fyri yvir sjey árum síðani (Mynd: EPA)

So er tað ensku feløgini, ið seinast hava vunnið kappingina: Liverpool skal fyrst til Madrid, á sama leikvøll har liðið lyfti steypið í mai. Uppgávan móti monnunum hjá Simeone er á pappírinum trupul, og tað er hon eisini hjá Lampard og co, ið skulu dystast við Bayern, ið fekk fult stigatal og skoraði 24 mál í bólkaspælinum. Í 2012 var Frank Lampard liðformaður, tá Chelsea í finaluni í Munchen óvæntað vann á Bayern. 

Atalanta og RB Leipzig eru á fyrsta sinni millum tey seinastu 16 í kappingini. Italenska felagið skal dystast móti Valencia, og Mourinho og Tottenham verður mótsstøðan hjá týskarunum. 

Dagfestingarnar fyri fyrstu dystirnar eru: 18, 19, 25 og 26. februar. Seinnu dystirnir verða leiktir í mars.

Lutakastið til 1/16-finalurnar í Europa League byrjar klokkan 12. Har eru millum annað Manchester United, Arsenal, Ajax, Inter og FCK í pottinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder