Fótbóltur

Håkan Ericson verður landsliðsvenjari

FSF hevur júst kunngjørt avloysaran hjá Lars Olsen sum føroyskur A-landsliðsvenjari.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-16 11:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður sviin Håkan Ericson, sum verður nýggjur føroyskur A-landsliðsvenjari.

Nú á nýggjárinum gongur sáttmálin við danan, Lars Olsen, alment út, hóast hann langt síðani er byrjaður sum venjari hjá danska superligafelagnum Esbjerg.

Håkan Ericson hevur drúgvar royndir sum venjari. Størsta avrik hansara var at vinna Evropameistaraskapin sum venjari hjá svenska U21-landsliðnum. Varð eisini valdur til ársins venjara í Svøríki fyri tað avrikið.

Meira um landsliðsvenjaran seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder