Annað

15 skjúttar kappaðust í bogaskjóting um vikuskiftið

Tvey ung og 13 vaksin møttu upp til kappingarnar, sum Bogaskjótifelagið Vágaskot skipaði fyri í Miðvági.

Tey ungu (Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

Tey ungu (Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

2020-01-13 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bogaskjótifelagið Vágaskot skipaði um vikuskiftið fyri kappingum í Miðvági.

Leygardagin var kapping á 12 metra frástøðu fyri børn og ung, og sunnudagin var kapping fyri tey vaksnu á 18 metra frástøðu.

Hjá teimum ungu vóru bert tveir skjúttar møttir til kappingina. Hjá teimum vaksnu vóru 13 skjúttar møttir upp – 4 compound og 9 recurve.

Næsta kapping verður í hølinum hjá Ørvi í Runavík 25. og 26. januar.

Úrslitini um vikuskiftið gjørdust hesi:

Børn/ung

Jóhanna F. Haraldsen (V) 418
Hanna Ellefsen (V) 298

Gullfinala:
Jóhanna – Hanna : 6 – 2

Vaksin

Compound:
Jóannes Poulsen (Ø) 583
Nikkel Petersen (Ø) 573
Aleksandur Leitisstein (Ø) 557
Jógvan Niclasen (T) 548

½ finala:
Jóannes – Jógvan : 145 – 138
Nikkel – Aleksandur : 141 – 142

Bronsufinala:
Jógvan – Nikkel : 138 – 144

Gullfinala:
Jóannes – Aleksandur : 144 – 143

[object Object]

Recurve:
Eggaba Andreasen (V) 531
Jógvan Petersen (Ø) 504
Hans Bogi Ellefsen (V) 490
Tóra Dinna Reynskor (V) 458
Baldur U. Árting (T) 416
Sigfríður G. Lützen (T) 395
Sólgerð Hendriksen (V) 369
Fróði Poulsen (V) 291
Anny Sofía Poulsen (V) 279

¼ finala:
Eggaba – Anny : 6 – 0
Jógvan – Sólgerð : 7 – 1
Hans Bogi – Sigfríður : 6 – 2
Tóra Dinna – Baldur : 2 – 6

½ finala:
Eggaba – Baldur : 6 – 0
Hans Bogi – Jógvan : 0 – 6

Bronsufinala:
Hans Bogi – Baldur : 6 – 4

Gullfinala:
Eggaba – Jógvan : 6 – 4

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder