Hondbóltur

Noreg spælir fyri tveimum stigum í millumumfarinum - Svøríki spælir fyri at koma víðari

Norðmenn skulu dystast við Portugal fyri at vinna bólk D - Svøríki kann rúka út av EM, um illa vil til í kvøld.

Sander Sagosen er toppskjútti í HM við 22 málum. Hann skal aftur royna at føra Noregs til sigurs í kvøld. Her í dysti móti tveimum svium til seinasta EM-endaspælið (Mynd: EPA)

Sander Sagosen er toppskjútti í HM við 22 málum. Hann skal aftur royna at føra Noregs til sigurs í kvøld. Her í dysti móti tveimum svium til seinasta EM-endaspælið (Mynd: EPA)

2020-01-14 16:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey fýra Norðurlondini hava havt heilt ymiskan byr í fyrstu tvey umførunum í EM-endaspølunum. Noreg og Ísland hava vunnið báðar sínar dystir; hvør sín greiða sigur í leiklutinum sum favorittur - á ávikavist Bosnia og Russlandi - og hvør sín sigur á risahondbóltstjóð - ávikavist Fraklandi og Danmark.

Frakland er úti av EM, og Danmark kemur heldur ikki víðari til millumumfarið uttan hjálp frá Íslandi. Tað er ikki meira ósannlíkt enn so, at Ísland vinnur á Ungarn, ið liðið hjá Guðmundi Guðmundsson er favorittur til at gera og hevur tørv á, um tvey stig skulu víðari við til millumumfarið. Danmark skal so eisini vinna á Russlandi, og um liðið hjá Nikolaj Jakobsen ikki spælir nakað betri enn í gjárkvøldið móti Ungarn, kann hetta gerast sera trupult. 

Les eisini: Danmark skal nú hava hjálp frá Íslandi

Hjá svium er sannleikans tími í kvøld. Svøríki byrjaði við einum braki á heimavølli í Göteborg; einum 13-máls sigri á Sveis. Men sunnukvøldið riggaði einki hjá svium, ið bert skoraðu 19 mál móti Slovenia. Sveis og Andy Scmid reistu seg móti Póllandi, og um Svøríki tapir fyri Póllandi í kvøld, og Sveis fær stig móti Slovenia, so er Svøríki úti. Nógv ymisk ting kunnu henda, men tað er í øllum førum greitt, at tað er eitt ávíst trýst á svium.

Í Trondheim spælir Noreg fyri at fáa tvey stig víðari til millumumfarið. Í so fall verður liðið hjá Christian Berge greitt størsti favoritturin at koma í hálvfinaluni. Frakland er longu úti, Danmark kemur møguliga víðari og hevur í so fall einki stig víðari, og tað sama er allarhelst galdandi fyri Svøríki. Portugal gjørdi beinanvegin bart í kappingini við at vinna á Fraklandi, og hevur við sínum ágangandi og frískligum vunnu nógvar fjepparar. Tað skal tó ógvuliga nógv til fyri at koppa Sagosen og co. í kvøkd og fáa stig við víðari.

Í Wien er einki avgjørt, og tað kann gerast eitt áhugavert puslispæl, um Eysturríki tapir fyri Lazarov og co og Kekkia vinnur í kvøld. Vertirnir eru tó favorittar at fara víðari við tveimum stigum. 


Bólkur B: 
Eysturríki 4
Kekkia 2
Norður Makedónia 2
Ukreina 0

17.15 Eysturríki - Norður Makedónia 
19.30 Ukreina - Kekkia 

Bólkur D: 
Norra 4
Portugal 4
Frakland 0
Bosnia 0

17.15 Frakland - Bosnia 
19.30 Noreg - Portugal

Bólkur F:
Slovenia 4
Svøríki 2
Sveis 2
Pólland 0

17.15 Sveis - Slovenia 
19.30 Svøríki - Pólland

placeholder
placeholder