Fótbóltur

Ronaldo fingið flúgvandi byrjan í 2020

Hann var við at senda Juventus í hálvfinaluna í Coppa Italia í gjárkvøldið og hevur nú sjey mál í fýra dystum í 2020.

13 mál seinastu tíggju dystirnar - 34-ára gamli Ronaldo er glóðheitur (Mynd: EPA)

13 mál seinastu tíggju dystirnar - 34-ára gamli Ronaldo er glóðheitur (Mynd: EPA)

2020-01-23 20:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fyllur 35 ár fyrst í komandi mánaði, men er framvegis vandamikil frammanfyri málinum. Hann hevur fingið ein topp í hárið, og hevur síðani skorað í hvørjum dysti. 

Síðani 1. desember hevur Cristiano Ronaldo spælt tíggju dystir fyri Juventus. Tað er bert í tapinum fyri Lazio beint fyri jól, at portugisin ikki hevur funnið netmeskarnar. Í teimum fimm dystunum, sum Juventus spældi í desember undan hesum, skoraði Ronaldo í hvørjum og tilsamans seks mál. Seinastu tíggju dystirnar hevur nummar 7 harvið skorað 13 ferðir.

Í 2020 er tað næstan tvey ál í miðal higartil. Fyrst eitt hattrick í 2. hálvleiki, tá Caligari vitjaði 6. januar, síðani eitt brotssparksmál í 2-1 sigrinum í Rom, sunnudagin bæði málini í sigrinum á Parma, og í gjár málið til 1-0 tá Juventus sendi Roma út úr steypakappingini.

[object Object]
Ronaldo leggur her Juventus á odda móti Roma (Mynd: EPA)


Tað hevur verið kjakast um, at Ronaldo av álvara er á veg av toppinum, og í 2019 var tað longri ímillum tey stóru avrikini, og málgjøgnumsnittið minkaði. Fyri fyrstu ferð í tíggju ár var Cristiano Ronaldo ikki millum tveir teir fremstu, tá atkvøtt hevið verið fyri Balon d'or (endaði nummar trý aftanfyri Van Dijk og Messi), og kom á ársins lið í Champions League tí UEFA setti hann har, og ikki tí hann hevði nóg mikið av atkvøðum. 

Ronaldo hevur tó seinastu smáir tveir mánaðir veruliga víst sín klassa, og hann er ein sera umráðandi partur av Juventus-liðnum, ið roynir at endurvinna Serie A frammanfyri Inter og sum stríðist fyri at koma á evropeiska tindin aftur. 

placeholder
placeholder