placeholder
Fótbóltur

Liverpool gjørdi tað aftur

Wolves javnaði í 2. hálvleiki og bjóðaði av álvara oddliðnum av, men Roberto Firmino tryggjaði útiliðnum øll trý stigini.

Firmino gjørdist matchvinnari, Henderson skoraði og legði upp (Mynd: EPA)

Firmino gjørdist matchvinnari, Henderson skoraði og legði upp (Mynd: EPA)

2020-01-24 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var Liverpool ið setti seg á seinasta dystin í 24. umfari í Premier League næstan beinanvegin. Í 8. minutti sendi Trent Alexander-Arnold, sum hann so ofta ger, eitt gott horna inn fyri, og liðformaðurin Jordan Henderson beindi bóltin í málið. Oddaliðið á odda og við tamarhald á støðuni í 1. hálvleiki.

Tað var áttanda dystin á rað, at Wolves kom afturum 1-0, og liðið hjá Nuno Esperíto Santo er sum oftast væl sterkari í 2. hálvleiki. Heimaliðið gjørdi tað eisini ógvuliga trupult fyri Liverpool eftir steðgin. Fimm minuttir eftir stegðin fekk Wolves fatur á bóltinum og so gekk skjótt frameftir. Raul Jimenez spældi bóltin út til Adama Traore, ið tók eitt trekk og legði so innfyri, har hann fann Jimenez aftur.


[object Object]

[object Object]
Jimenz skoraði til 1-1 eftir upplegg frá Traore (Mynd: EPA)

Stútarin hjá meksikanska áleyparanum gav dystinum veruligt lív, og Wolves søkti at og hótti ósigraða liðið hjá Klopp. Liverpool spældi ikki frálíka væl og var rakt av, at Saido Mané noyddist út við skaða fyri stegðin. Kortini fekk Liverpool skapt nakrar vandamiklar støður, og stórar fimm minuttir fyri leiklok fekk Henderson prikað bóltin til Roberto Firmino, ið avsluttaði væl og trygt, og so fór Liverpool aftur avstað við trimum stigum.

[object Object]

Wolves hevði ein risamøguleika í yvirtíðini, men tað eru nú 67 stig útav 69 møguligum hjá Liverpool, ið fet fyri fet nærkast sínum fyrsta meistaraheiti í 30 ár, einum stigameti og einum kappingarári uttan ein ósigur. 16 stig eru niður til Manchester City, og Liverpool hevur leikt ein dyst færri.

Premier League, 24. umfar

23.01: 
Wolves - Liverpool 1-2 (0-1)
8' Jordan Henderson 0-1
51' Raul Jimenez 1-1
84' Roberto Firmino 1-2

Týsdagin 21.01: 
Aston Villa - Watford 2-1
Bournemouth - Brighton 3-1
Crystal Palace - Southampton 0-2
Everton - Newcaslte 2-2
Sheffield United - Manchester City 0-1
Chelsea - Arsenal 2-2

Mikudagur 22.01: 
Leicester - West Ham 4-1
Tottenham - Norwich 2-1
Manchester United - Burnley 0-2

Les eisini: Manchester United: Tað stendur við og versnar:

Støðan:
1. Liverpool 67 *
2. Manchester City 51
3. Leicester 47
4. Chelsea 40
5. Manchester United 34
6. Tottenham 34
7. Wolves 34
8. Sheffield United 33
9. Southampton 31
10. Arsenal 30
11. Crystal Palace 30
12. Everton 30
13. Burnley 30
14. Newcaslte 30
15. Brighton 25
16. Aston Villa 25
17. West Ham 23 *
18. Bournemouth 23
19. Watford 23
20. Norwich 17 

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder