Fótbóltur

Teit aftur í reyðum og svørtum

HB boðar frá, at 21-ára gamli álopskendi leikarin fer at spæla fyri barndómsfelagið komandi ár.

(Mynd: HB)

(Mynd: HB)

2020-01-24 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir sera góðar taktir í fremstu røð og á U21-landsliðnum sum heilt ungur fór havnarmaðurin til Sønderjyske. Har var hann eina tíð rundanum besta liðið og á dómaraseðlanum í nøkrum dystum, men tað gjørdist bert talan um nakrar dystir við næstbesta liðnum. 

Skaðar oyðiløgdu nógv hjá Teit, og serliga krossbandsskaðin ið hann fekk í dysti við HB, tá hann varð leigaður til barndómsfelagið í 2018. 13. januar kunngjørdi Sønderjyske, at samstarvið millum partarnar var stegðað, og júst skaðarnir vórðu nevndir sum høvuðsorsøkin, tí at talan er um ein spennandi leikara.

HB fær nú ístaðin ágóða av Teit, ið hevur spælt 48 dystir í Betrideildini. Felagið hevur í kvøld kunngjørt á Facebook-síðu sínari, at Teitur verður aftur at síggja í reyðum og svørtum í ár. 

placeholder
placeholder