Fótbóltur

Shrewsbury vendi 0-2 til 2-2 móti oddaliðnum í Premier League

Liverpool skal nú royna at spæla seg í 5. umfar í FA Cup í umdysti á Anfield. Manchester-feløgni vunnu fyrr í dag samanlagt 10-0.

Cummings verður fagnaður - hann gjørdist tvífaldur málskjútti hjá Shrewsbury (Mynd: EPA)

Cummings verður fagnaður - hann gjørdist tvífaldur málskjútti hjá Shrewsbury (Mynd: EPA)

2020-01-26 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er langt frá 1. plássinum í Premier League til 16. plássi í League One.  Shrewsbury liggur í løtuni í niðaru hálvu í triðbestu deildini, men tað forðaði ikki fyri at spæla mæta Liverpool eitt puss í kvøld í 4. umfari í FA Cup.

Jurgen Klopp hevði sett eitt eykalið á vøllin. Fabinho er við at koma heilt fyri seg eftir skaða, so brasiliumaðurin var einasti veruliga profilurin í byrjanaruppstillini. Miðverjan var Matip-Lovren, Origi var millum tríggir teir fremstu og nýinnkeypti Minamino var á plássinum, har Firmino vanliga spælir.

[object Object]
Fabinho og málskjúttin Jones (Mynd: EPA)

Tað var tó ein av ungu monnunum, 18-ára gamli, Curtis Jones, ið legði Liverpool á odda eftir eitt korter, og tá fyrrverandi Manchester United-leikarin, Donald Love, gjørdi eitt klossut sjálvmál í fyrsta minutti í 2. hálvleiki, sá tað út til, at Liverpool fór at koma víðari uttan trupulleikar.

Tá ein tími var leiktur, kom skotski áleyparin Jason Cummings inn. Fimm minuttir seinni fekk heimaliðið brotsspark, ið júst Cummings setti í netið. Shrewsbury og Liverpool høvdu eins nógvar skotroyndir í 2. hálvleiki, og eitt korter fyri tíð sló Cummings aftur til; Lovren avgreiddi ikki ein langan bólt væl, og áleyparin var ísakaldur.

[object Object]

[object Object]
Cummings var hetjan hjá heimaliðnum í kvøld (Mynd: EPA)

Nú fekk heimaliðið uppaftur meira blóð uppá tonnina, og Liverpool noyddist nú at søkja eftir sigrinum. Tað gjørdi, at seinasta løtan gjørdist ógvuliga lívlig og spennandi. Liverpool var í stórum trupulleikum løtuna eftir útjavnandi málið, men so vórðu Salah og Firmino settir á vøllin, og seinastu minuttirnar hevði útiliðið tvær risamøguleikar. Shrewsbury var eisini nær við, men tað endaði 2-2, og hetta var als ikki tað, ið Klopp og hansara menn høvdu tørv á: At missa eina leiðslu og harvið fáa ein dyst afturat á skránna. Greitt er ikki, nær hann verður spældur, men nógv av teimum gott 10.000 áskoðrunum tysjaðu inn á vøllin og fagnaðust um sera flotta úrslitið hjá heimaliðnum. 

[object Object]

[object Object]Hugtakandi løta eftir seiansta bríksl, tá ovurfegnir áskoðarar runnu inn á vøllin at fagna sínum leikarum (Mynd: EPA)

United var á vitjan á Merseyside. Liðið úr triðbestu deildini, Tranmere, var ikki nær við at skapa eitt úrslit móti Manchester United. Solskjær og hansara menn hava als ikki viðgongd í løtuni, men eftir eitt korter var 0-3, og í hálvleikinum var 5-0- nógvir málskjúttar komu á máltalvuna, ið annars sjálvdan gera tað. United stillaði so at siga í sterkastu manning gjørligt og er víðari til 5. umfar.

Tað eru grannarnir úr City eisini, Hjá Fulham var tað ein møtimikið uppgáva at koma til Manchester, og tað gjørdist væl tyngri, tá Tim Ream fekk beinleiðis reytt kort longu eftir fimm minuttir fyri at gera brotsspark. Tað umsetti heimaliðið, og restina av dystinum var spæl uppá eitt mál.

FA Cup 4. umfar
Sunnudagin 26.01

Manchester City - Fulham 4-0 (2-0)
1-0 Ilkay Gundogan (br.)
2-0 Bernardo Silva
3-0 Gabriel Jesus
4-0 Gabriel Jesus

Tranmere Rovers - Manchester United 0-6 (0-5)
0-1 Harry Maguire 
0-2 Diego Dalot
0-3 Jesse Lingard
0-4 Phil Jones
0-5 Anthony Martial
0-6 Mason Greenwood (br.)

Shrewsbury Town - Liverpool 2-2 (0-1)
0-1 Curtis Jones
0-2 Sjálvmál
1-2 Jason Cummings (br.)
2-2 Jason Cummings

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder