Annað

Kobe Bryant latið lív í tyrluvanlukku

Øll fimm fólkini sum vóru umborð á tyrluni, ið datt niður í fjøllunum nakað uttanfyri Los Angeles, lótu lív. Fleiri amerkanskir miðlar hava váttað, at kurvabóltslegendan var ein teirra, og at 13-ára gamla dóttir hansara eisini var við.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-26 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein stórur skelkur hevur rakt kurvabóltsheimin og USA sum heild í kvøld. Kobe Bryant, ið eisini er eitt stórt navn kring heimin, er deyður, bert 41 ára gamal.

Orsøkin er ein tryluvanlukka, ið hendi um 18-tíðina okkara tíð. Tað var beint uttanfyri Calabas, ið er í Los Angeles County, at tyrlan av ókendum orsøkum datt niður, og eldur kom í hana. Eldurin er síðani sløktur. Bjargingarlið leitaðu eftir fólkum á lívi, men funnu bert fimm lík.

Kobe Bryant er mettur at vera ein tann størsti kurvabóltsleikarin nakrantíð. Hann spældi við Los Angeles Lakers frá 1996 til og við 2016. Har var hann ein umráðandi partur av fimm meistaraheitum, og var í 2008 kosin til besta leikara í NBA.

Deyði hansara hendi minni enn eitt samdøgur eftir, at núverandi Los Angeles Lakers stjørnan, LeBron James kom framvið Kobe Bryant á triðja plássið á listanum yvir leikarum við flest stigum nakrantíð í NBA. Kobe hevði 33.643 stig - nakað frammanfyri Micheal Jordan.

- Eg eri bert fegin um at verða nevndir í sambandi við Kobe Bryant. Hann er ein av teimum bestu kurvabóltsleikarunum ígjøgnum tíðina, segði James við amerikanskar miðlar.

Kobe Bryant var giftur við Vanessu Bryant og hevði fýra døtrar. Tað ljóðar nú frá keldum hjá miðlum í USA, at 13 ára gamla dótturin Gianna Bryant var ein av teimum, ið vóru umborð. 

Dagført: 21.20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder