placeholder
Annað

Gianna Bryant brendi eisini fyri kurvabóltinum

Dóttir Kobe Bryant, sum lat lív í tyrluvanlukkuni í gjár, droymdi um at gerast yrkisleikari, og var pápin vísur í, at dreymurin hjá henni fór at ganga út.

Gianna Byant og pápin, Kobe Bryant (Mynd: CNN)

Gianna Byant og pápin, Kobe Bryant (Mynd: CNN)

2020-01-27 16:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár frættust tíðindini um, at heimskendi amerikanski kurvabóltsleikarin, Kobe Bryant og átta onnur fólk høvdu latið lív, eftir at en tyrla av ókendum orsøkum datt niður í býnum Calabasas vestanfyri Los Angeles.

Les eisini: Kobe Bryant latið lív í tyrluvanlukku

Ein teirra var dóttir Kobe Bryant, Gianna Bryant.

Eins og pápin, brendi Gianna fyri kurvabóltinum, og hevði hon vant nógv við pápa sínum við vónini um ein dagin at gerast yrkisleikari.

Kobe Bryant var sannførdur um, at dreymurin hjá dóttrini fór at ganga út. Tíverri bleiv lagnan ein onnur.

[object Object]Kobe Bryant og Gianna Bryant í 2009 (Mynd: EPA)

Kobe og Gianna Bryant vóru ávikavíst 41 og 13 ár, tá tey lótu lív í gjár.

Tey bæði vóru, saman við fleiri øðrum, ávegis til býin Thousand Oaks, har tey skuldu luttaka í eini kurvabóltskapping – hon sum leikari og hann sum venjari.

Sambært BBC var Gianna næstelst av fýra døtrum hjá Kobe Bryant, men líkt var til, at júst sambandið millum Kobe Bryant og Giannu var nakað serligt.

Kobe Bryant gavst sum yrkisleikari í 2016, og misti hann síðani áhugan fyri kurvabóltinum, inntil Gianna vakti hann aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder