placeholder
Annað

Fleiri enn ein millión vilja hava NBA at broyta sítt búmerki

Talið er nú næstan komið á tvær milliónir. Hetta fyri at heiðra Kobe Bryant, ið doyði í tyrluvanlukku sunnukvøldið. Grannauppgerðin í Los Angeles í nátt er útsett vegna deyða hansara.

Kobe Bryant við nummar 24, ið møguliga ongantíð fer at verða brúkt aftur í NBA (Mynd: EPA)

Kobe Bryant við nummar 24, ið møguliga ongantíð fer at verða brúkt aftur í NBA (Mynd: EPA)

2020-01-28 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ið hevur fylt sera nógv í serliga íróttarheiminum seinastu dagarnar er deyðin hjá Kobe Bryant. Kurvabóltslegendan lat lív sum bert 41-ára gamli í Calabas, stutt frá Los Angeles. Talan var um eina syrgiliga tyrluvanlukku, har níggju fólk lótu lív - harímillum Kobe og 13-ára gamla dóttir hansara, Gianna, ið var á veg til dyst.

Les eisini: Kobe Bryant latið liv í tyrluvanlukku
                 Gianna Bryant brendi eisini fyri kurvabóltinum


Tey vóru saman við tveimum kurvabóltsliðfeløgum hjá Giannu, trimum av foreldrum teirra, einari kvinnu sum arbeiddi fyri Bryant og tyrluskiparunum umborð, tá tyrlan rendi inn í eina fjallasíðu í Calabasas. Tað var ikki óvanligt, hjá tyrluni at flúgva teinin, men Los Angeles Times skrivar, at ein øðrvísi ruta varð flogin hesaferð, orsakað av trupulleikum við útsýninum - tað var nógv toka. Greitt er tó ikki, júst hvat hendi, men flogmynduleikar og FBI eru nú í gongd við at kanna tað. Eingin svartur kassi var umborð.

[object Object]
Veggjatekning av Giannu og Kobe Bryant (Mynd: EPA)

Bráði deyðin hjá einum at størstu ítróttarfólkunum í USA hevur ført til nógvar og sterkar reaktiónir. Kobe Bryant var eitt stórt navn í ítóttarheiminum, ikki bert í kurvabólti, og eisini í almenna rúminum. Micheal Jordan og Lebron James eru ímillum tey mongu, ið hava sett orð á Kobe Bryant og víst honum virðing á sosialu miðlunum. Hesir stóru kurvabóltsleikararnir høvdu eitt tætt samband við Bryant.

[object Object]
Ein sera rørdur Novak Djokovic heiðraði Kobe Bryant eftir sín fjórðingsfinalusigur í Australian Open. Teir báðir høvdu eitt gott samband. (Mynd: EPA)

Donald Trump og David Beckham hava eisini skrivað um Kobe Bryant, og tá Neymar skoraði fyri PSG seint sunnukvøldið, gjørdi hann tekin við fingrunum, 24, ið var talið, ið Bryant gjørdist kendur við. Tað talið verður ongantíð nýtt av einum Los Angeles Lakes-leikara aftur, og eigarin hjá Dallas Mavericks, Mark Cuban, hevur kunngjørt, at eingin í tí felagnum fer at brúka hetta nummarið aftur. Tað er ein møguleiki fyri, at soleiðis verður í øllum NBA-feløgum.

Tað eru eisini nógv, ið vilja, at Kobe Bryant skal vera á NBA-búmerkinum. Ein maður í Kanada byrjaði eina innsavnan á change.org, og í skrivandi stund hava 1,9 milliónir skriva undir. NBA hevur so at siga ikki broytt sítt búmerki síðani 1971. Í løtuni er tað reytt einumegin og blátt hinumegin, og í miðjuni sæst umhvarvi av einum leikara, Jerry West. Hann spældi eisini við Los Angeles Lakers, hevur eisini verið venjari har, og hevur arbeitt fyri fleiri feløg í ítróttarligu leiðsluni. Tað er hansara pláss, ið Kobe, um ynski hjá teimum áleið tveimum milliónum fólkunum gongur út, fer at taka.

[object Object]
Jerry West fær Presidential Medal of Freedom (Mynd: EPA)

[object Object]

Tað vakti ans og førdi til nógva ónøgd, at allir dystirnir sunnukvøldið og sunnunáttina í NBA ikki vórðu útsettir til æru fyri Bryant. Deyði hansara rakti nógv hart, og í nátt verður eingin dystur í Los Angeles, har grannarnir Lakers (gamla liðið hjá Bryant) og Clippers skuldu spæla.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder