Super Bowl: Shakira og Jennifer Lopez settu lív í hálvleikin

Við kendum tónum og lokkandi dansi settu tær báðar lív í Hard Rock Stadium í Miami.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-02-03 04:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Her á okkara leiðum byrjar Super Bowl, stóra finalan í amerikonskum fótbólti, ikki fyrr enn klokkan hálvgun tólv um kvøldi.

Sostatt er tað rættiliga seint áðrenn hálvleikur er, og stóra javnan nógv umrødda framførslan er. Í nátt fingu tær báðar ávikavist 43 og 50 ára gomlu Shakia og Jennifer Lopez møguleikan at framføra fyri øllum USA, og annars øllum teimum, sum fylgdu við.

Tað gjørdu tær væl eisini, má sigast. Við lokkandi dansi og góðum tónum settu tær veruliga lív í Hard Rock Stadium í Miami. New York Times skrivar um framførsluna, at tær báðar sangarinnurnar endurskaptu ein neista í Super Bowl hálvleikinum.

Síggj framførsluna omanfyri.

Les um dystin og sí myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder