Annað

Kurvabóltur: Sporðdrekin vann á Ravni

Úrslitið í gjár gjørdist 54-40 til Sporðdrekan. Næsti dysturin í Trygd-kappingini verður 29. februar, tá Sporðdrekin tekur ímóti Hávi.

2020-02-10 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir

Sporðdrekin vann í gjár dystin móti Ravni á Toftum við úrslitnum 54-40.

Tað var annars Ravnur, ið kom betri frá byrjan og førdu 9-2. Sporðdrekin otaði seg meira og meira inn í dystin og tá komið var til hálvleiks førdi havnarliðið 24-21.

Tað gekk javnt á í 3. fjórðinginum, men 4. fjórðingin kláraði Ravnur ikki at fylgja við og at enda vann Sporðdrekin heldur trygt dystin.

Toppskorarar í dystinum vóru fyri Ravn, Bjarni W. Zachariassen (16 stig) og fyri Sporðdrekan, Nicolai C. Fogh (14 stig).

Støðan í Trygd-kappingini eru nú hendan:

[object Object]

Komandi vikurnar er U-21 kappingin í gongd. Næsti dysturin í Trygd-kappingini verður í høllini á Argjahamri 29. februar, tá Sporðdrekin tekur móti Hávi.