Hondbóltur

Elias á Skipagøtu skiftir í summar til svenska meistaraliðið

IK Sävehof er heimsins størsta hondbóltsfelag, tá tað kemur til virknar leikarar og hevur heimavøll í Partille. Felagið hevur gjørt ein fýra ára-sáttmála við føroyska stórtalentið, og skýrir hann eitt supertalent og ein av heimsins bestu ungu leikarum á sínum plássi.

Elias í hálvfinaluni móti Neistanum í gjár. Hann spælir kappingarárið liðugt í Føroyum og skal síðani til Svøríki at royna seg. Spælskiparin følir, at IF Sävehof er tað heilt rætta fyri hansara menning (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elias í hálvfinaluni móti Neistanum í gjár. Hann spælir kappingarárið liðugt í Føroyum og skal síðani til Svøríki at royna seg. Spælskiparin følir, at IF Sävehof er tað heilt rætta fyri hansara menning (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-10 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Komandi kappingarár skal Elias Ellefsen á Skipagøtu hava heimavøll nærhendis, har hann veruliga sló sítt navn fast á evropeiska hondbóltspallin seinasta summar. Árið fyri varð hoyvíkingurin, sum bert 16-ára gamal, kosin at vera besti spælskipari í EM-kapping fyri U18 landslið í Georgia, har hann eisini skeyt triðflest mál (52) Tað var tó í European Open í Göteborg í fjør, at Elias veruliga staðfesti sínar dygdir á altjóða støði. Hann varð mest virðismikli leikari og toppskjútti í kappingini, sum Føroyar vunnu á sera flottan hátt.

Í summar kom Elias á Skipagøtu heim til føroyskan hondbólt og H71 eftir eitt væleydnað ár á hondbóltsakademii í Skanderborg. Við Portalin segði hann, at ætlanin var at spæla eitt ár í Hoyvík, men at steðgurin ikki skuldi vera langur, tí yrkishondbóltur var málið. Nú er greitt, hvar hondbóltsframtíðin hjá dugnaliga spælskiparanum liggur.

[object Object]
Elias hevur í H71 millum annað fingið roynt seg í evropeiskar kapping( (Mynd: Sverri Egholm)

IK Sävehof hevur í dag við stoltleika kunngjørt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skrivað undir ein fýra-ára sáttmála við felagið, sum í fjør vann SM-gull, og hevur harvið spælt í Champions League í ár. Í løtuni liggur liðið á 8. plássi í einari tættari kapping. Á heimasíðu felagsins verður Elias avdúkaður undir yvirskriftini "Supertalent til Sävehof", og byrjað verður við at lýsa hansara lyklaleikut í European Open, har Føroyar vann á Svøríki í finaluni.

[object Object]
Elias, nr. 67, eftir finaluna í fjør summar (Mynd: Harald Bjørgvin

Tað var undir Partille Cup, at kappingin var leikt. Sävehof hevur heimstað í Partille, og tað er felagið, sum er kent fyri at hava flest virknar hondbóltsleikarar (áleið 2.000 ungdómsleikarar á 90 liðum) í heiminum, fyri at menna ungar leikarar, og fyri at skipa fyri heimsins størstu kapping fyri ungdómslið- tað er Partille Cup.

Partille er ein býur við nakað yvir 35.000 íbúgvum í Västra Götalandi, og er partur av Stórgöteborg. Stóra kappingin, har nógv føroysk lið á hvørjum ári luttaka, verður nú leikt í sjálvum Göteborg. Elias á Skipagøtu skal komandi árini spæla á heimavølli í Partille Arena, har pláss er fyri áleið 4.000 áskoðarum. Høllin er frá 2016.

[object Object]
Elias til European Open í Göteborg (Mynd: Harald Bjørgvin)

IK Sävehof skrivar, at evropeisk toppfeløg hava verið eftir Eliasi (hann hevur millum annað verið til royndarvenjing hjá størstu týsku feløgunum), men frá næsta kappingarári skal hann umboða svenska liðið. Við Sosialin í dag sigur 17-ára gamli leikarin, at hetta var liðið, ið vísti honum mest áhuga. Við heimasíðu felagsins sigur hann, at eftir samtalu við felagið og venjaran merkti hann, at Sävehof var rætta valið í mun til hansara menning, og at hann gleðir seg til framtíðina í felagnum.

Felagið út Göteborg-økinum hevur havt sera nógv viðgongd hesa øldina. Kvinnuliðið hevur verið so gott sum einaráðandi í svenskum hondbólti seinasta stóra áratíggju - tíggju SM-gull útav teimum seinastu 11, og 11 útav teimum seinastu 13. Menninir hava vunnið bestu svensku deildina seks ferðir: Í 2004, 2005, 2010, 2011, 2012 og so í 2019. Í 2010, 2011 og 2012 var Emil Berggren partur av liðnum. Hann royndi seg síðani í týskum og donskum hondbólti. Nú er 33-ára gamli maðurin ítróttarstjóri í IK Sävehof. Hann nýtir stór orð til at lýsa unga føroyingin: 

- Sävehof er sera fegið og errið av at hava knýtt Elias at sær. Elias verður sæddur sum ein heimsins størstu talentum, tá tað kemur til bakspælarar. Tað verður spennandi at fylgja hansara menning her. Hóast sín unga aldur, so er hann ein sera klókur leikari við einum frálíkum spælskili, og samstundis er hann altíð ein hóttan sjálvur.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur í ár havt nakrar skaðar at dragast við, men hevur annars spælt nógv í Okkara deildini. Í gjár spældi hann ein sera týdningamiklan leiklut, tá H71 vendi seinnu hálvfinaluni í steypakapingini móti Neistanum á høvdið í 2. hálveiki. Leygardagin skal Elias spæla í sínari fyrstu vaksnamannafinalu, og hann heldur fram við barndómsfelagnum til kappingarenda. Sáttmálin við Sävehof er galdandi frá summarinum 2020 og fýra ár fram. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder