Fótbóltur

Inter yvirhálaði Juventus eftir sigur í Milano-uppgerðini

Zlatan skoraði fyri AC Milan, ið var á odda 2-0 í hálvleikinum, men liðið hjá Conte vendi uppgerðini á høvdið í 2. hálvleiki.

Stórur fagnaður á Inter-leikarunum eftir 4-2 málið (Mynd: EPA)

Stórur fagnaður á Inter-leikarunum eftir 4-2 málið (Mynd: EPA)

2020-02-10 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta ár á rað hevur Juventus vunnið Serie A, og um liðið úr Torino vinnur níggjunda árið ár rað, hevur tað tvífalt so nógv meistaraheiti sum stóru Milano-feløgini  - í løtuni hevur Juvenuts 35; Milan og Inter hava 18

Milano-uppgerð var í gjárkvøldið á San Siro. Inter kundi koma undir liðuna á Juventus í stigum, tí liðið hjá Sarri tapti 2-1 í Verona leygarkvøldið. Cristiano Ronaldo skoraði annars níggjunda Serie A dystin á rað og er harvið tætt við metið (sum er 10)

[object Object]
Ronaldo skoraði aftur fyri Juventus, men tað var ikki nóg mikið (Mynd: EPA)

Hetta hevur latið hurðina upp fyri Inter, ið ikki hevur tapt í Serie A í beint yvir tríggjar mánaðir - seinast var 6. oktober tá Juventus vitjaði. Dysturin í gjár var nummar 16 á rað uttan ósigur. Tað sá tó einki út hjá teimum blá-svørt stríputu í hálvleikinum. Fimm minuttir fyri steðgin legði koratin Ante Rebic Milan á odda, og í yvirtíðini sló fyrrverandi Inter-leikarin Zlatan Ibrahimovic til. 38-ára gamli svenski áleyparin hevði lagt upp til 1-0 málið.

[object Object]
Zlatan skoraði til 2-0 (Mynd: EPA)

[object Object]

Tað var tó Inter, ið dró longra stráðið (Mynd: EPA)

Milan er á 10. plássi, og Inter vísti í 2. hálvleiki, at har er munur á liðunum. Við vilja og ágangandi spæli varð dysturin vendur á høvdið. Miðvallarnir Brozovic og Vecino skoraði við heilt stuttum millumbili, og so var 2-2 tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Tjúgu minuttir fyri tíð legði hálendski verjuleikarin Stefan de Vrij Inter á odda, og í yvirtíðini staðfesti Romelu Lukaku sigurin. Belgiski áleyparin hevur skorað 21 mál í 30 dystum fyri Inter í ár - 17 í 23 dystum í Serie A. 

[object Object]
Miðvallarnir Brozovic og Vecino ið báðir komu á máltalvuna (Mynd: EPA)

[object Object]

Lukaku kundi aftur fegnast um eitt mál - hann lukkaði dystin móti grannunum (Mynd: EPA)[object Object]
Conte hevur ført Inter til oddasessin í Serie A aftur (Mynd: EPA)

Inter og Juventus hava bæði 54 stig fyri 23 dystir. Lazio er sannliga eisini við í oddastríðnum, ið er meira spennandi, enn tað hevur verð leingi. Høvuðsstaðarliðið hevur 53 stig.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder