Fótbóltur

VFF Kup: B68 fekk javnleik í Gundadali

B36 fekk vent 0-2 til 2-2, men tað var ikki nóg mikið til at koma í finaluna í kappingini. Endaumfarið verður leygardagin.

Hugin Samuelsen, her í dysti móti Besiktas, skoraði útjavnandi málið fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Hugin Samuelsen, her í dysti móti Besiktas, skoraði útjavnandi málið fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-12 08:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti "innleiðandi" dysturin í venjarakappingini varð leiktur í Gundadali í gjárkvøldið. Hesin dysturin skuldi annars leikast á Svangaskarði fyrst í mánaðinum, men tá var B36 á venjingarlegu í Suðuroynni. 

1. deildarliðið gjørdi veruliga bart í 1. hálvleiki. Teir serbisku útileikararnir, ið komu til Toftir í fjør, skoraðu málini. 

B36 skuldi vinna fyri at koma í finaluna í kappingini. Tá komið var um miðjan 2. hálvleik var framvegis 0-2, men so minkaði Árni Frederiksberg um munin. Tíggju minuttir seinni javnaði Hugin Samuelsen.

Einki mál kom afturat, og harvið eru tað Víkingur og HB, ið hittast í finaluni. B36 skal spæla ímóti KÍ. Hinir dystirnir leygardagin verða: NSÍ - ÍF, Skála - EB/Streymur og B68 - AB


VFF Kup 4. umfar 
Gundadalur 12.02 - fluttur frá 01.02 og Svangaskarði
B36 - B68 2-2 (0-2
17' Zoran Vujovic 1-0
25' Andrija Radovanovic 2-0
68' Árni Frederiksberg 2-1
77' Hugin Samuelsen 2-2

B36 (4-3-3): Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Erling Dávidsson - Eli Falkvard Nielsen, Mattias Weihe Joensen, Hugin Samuelsen - Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Stefan Radosavljevic.

Upplýsingar um mál og uppstillingar: bolt.fo og dystir.fo

Støðan eftir fimm umfør:
1. HB 11
2. Víkingur 11
3. B36 10
4. KÍ 10
5. NSÍ 9
6. ÍF 7
7. Skála 6
8. EB/Streymur 6
9. B68 1
AB 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder