Fótbóltur

500 atgongumerki til føroyingar

Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Danmark og Føroyar, sum verður á MCH Arena í Herning 27. mars, byrjar í dag klokkan 10.

Savnsmynd (Sverri Egholm)

Savnsmynd (Sverri Egholm)

2020-02-14 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 27. mars spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í hesum árinum, tá danir taka ímóti á MCH Arena í Herning. Samstundis verður talan um fyrsta landsdystin hjá Håkan Ericson sum føroyskur landsliðsvenjari.

Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Danmark og Føroyar byrjar í dag klokkan 10 og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, boðar Fótbóltssambandið frá.

Á MCH Arena er pláss fyri umleið 7.000 áskoðarum, og av teimum hava Føroyar fingið tillutað 500 pláss.

Meira kann lesast her.

placeholder
placeholder