placeholder
Annað

Steypakappingar í amboðsfimleiki verða um vikuskiftið

79 luttakarar eru meldaðir til kappingarnar, sum vera í Bylgjuni í Runavík.

Mynd: Føroya Fimleikasamband

Mynd: Føroya Fimleikasamband

2020-02-14 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið vera steypakappingarnar í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. 1. steypakapping verður leygardagin 15. februar, og 2. steypakapping verður sunnudagin 16. februar.

Fimleikasambandið boðar í tíðindaskrivi frá, at 79 børn og ung eru meldaði til kappingarnar. 40 mannfólk og 39 konufólk. Hesi eru úr Støkk, Ljósinum og HF.

Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini gólv, ringar og beinsveiggj. Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.

Kappinging verður stroymd umvegis facebook/føroyafimleikasamband.

Skráin leygardagin

kl 10.30 byrjar kappingin fyri stig 7, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4,5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir

Skráin sunnudagin

Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri stig 7, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4,5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder