Annað

Trek byrjan hjá føroyingunum

Tíggju unglingar farnir til Danmarkar at telva um norðurlandameistaraheitið.

2020-02-14 14:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag byrjaði NM í talvi fyri børn og ung, og Føroyar hava sent eitt fulmannað lið avstað, tað vil siga tveir dreingir at luttaka í hvørjum at veimum fýra bólkunum. Kappingin fer fram í danska býnum Fredericia.

Føroysku NM-telvararnir eru hesir:

Bólkur A (føddir í 2000 ella yngri): Janus Skaale (1799), Rógvi Mørkøre (1589)
Bólkur B (føddir í 2003 ella yngri): Leif Reinert Fjallheim (1996), Flóvin Matras Tummasarson (1664)
Bólkur C (føddir í 2005 ella yngri): Jón í Horni Nielsen (1765), Luitjen Akselsson Apol (2039)
Bólkur D (føddir í 2007 ella yngri): Elias Petersen (1151), Rókur Davidsen (1124)
Bólkur E (føddir í 2009 ella yngri): Brestir Súsannuson Samuelsen (1191), Petur Gardar Magnussen (1000)

Venjari hjá føroyingum er stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum eisini hevur fyrireikað hópin við regluligum venjingum. Sambært venjaranum hava fyrireikingarnar gingið væl, men hann ásannar, at føroysku telvararnir eru rataðir í niðaru helvt í øllum aldursbólkum. Kortini metir hann, at møguleikar eru fyri onkrum góðum úrslitum, og megna vit at røkka heiðursmerkjaplássi, er tað eitt bragd.

Seks umfør skulu telvast og fyrsta umfar byrjaði klokkan 9 í morgun føroyska tíð. Og ásannast mátti longu í fyrsta umfari, at mótstøðan er sterk, tí allir føroysku telvararnir taptu síni talv. Í øllum førum telvaðu føroyingar móti mótstøðumonnum við hægri styrkitali.

Sum ikki einaferð var tað Luitjen Akselsson Apol, som stóð seg best í fyrsta umfari. Hann telvaði móti norðmanninum Elham Abdrlauf, ið hevur 2381 í rating.

Tað gjørdist eitt sera langt talv, har Luitjen hevði yvirvágina í stórum parti av talvinum. Men í drúgva endaspælinum tapti ungi føroyski telvarin støðu, og mátti gevast eftir 103. leikir. Tá høvdu teir telvað í meira enn hálvan fimta tíma.

Luitjen endaði við at bert at hava kong og rók eftir við hvíta fólkinum, meðan norðmaðurin harumframt hevði ein bisp, og sostatt kundi trýsta Luitjen, sum alla tíðina var í tíðarneyð.

Klokkan 15 verður fyrsti leikur í øðrum umfari telvaður.

Møguleiki er at fylgja við live her www.skak.dk/nycc2020.

 

placeholder
placeholder