Annað

Sarah komin á tignarligan styrkilista

Liggur á 15 plássi á ’pund-fyri-pund’ heimsstyrkilistanum.

2020-02-14 15:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýkosni IBF-heimsmeistarin í nevaleiki, Sarah Mahfoud er millum 15 teir bestu kvinnuligu boksararnir í heiminum.

Tað verður staðfest í sokallaða pund-fyri-pund heimsstyrkilistanum, sum sammetir boksararnar tvørtur um vektflokkar.

Á nýggjasta styrkilistanum liggur Sarah, hóast hon bert hevur boksað tíggju dystir sum professionell, á einum 15. plássi

Sarah Mahfoud vann sum kunnugt á argentinska heimsmeistaranum Brenda Carabajal á eini stevnu í Frederiksberg Hallerne 1. februar, og við sigrinum verður hon nú styrkismett sum sterkasti danski nevaleikarin.

BoxRec eitur felagsskapurin, sum savnar allar listarnar og umvegis eina stigaskipan ger ein styrkislista yvir nevaleikararnar tvørtur um vektflokkar.

Tvær aðrar, sum eisini boksa í fjøðurvekt, liggja omanfyri Sarah Mahfoud á hesum listanum. Tað er WBC-heimsmeistarin Jelena Mrdjenovich, sum hevur bert tvey stig meira enn Sarah, og so Amanda Sarrano úr Puerto Rico, sum, sambært managerinum hjá Sarah, stendur til at flyta ein vektflokk upp.

Tær báðar hava boksað ávikavist 52 og 40 dystir sum professionellar.

Sjálv roknar Sarah við, at óvæntaða góða plaseringin á hesum styrkilistanum fer at lata eyguni upp hjá nógvum fyri hennara styrki, og geva henni møguleikar at fáa fleiri stórar og spennandi boksidystir. 

Sí eisini: Heiðraðu heimsmeistara í Vestmanna: - Vit síggja ov lítið til tín

 

placeholder
placeholder