Hondbóltur

H71 í tíggju av tólv steypafinalum

Umboð fyri felagið úr Hoyvík er í øllum finalunum á mans/dreingjasíðuni í vikuskiftinum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt eina rúgvu av ungdómsfinalum. Í morgin skal hann spæla sína fyrstu vaksnamannafinalu. Neistin hevur fýra umboð í ungdómsfinalunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt eina rúgvu av ungdómsfinalum. Í morgin skal hann spæla sína fyrstu vaksnamannafinalu. Neistin hevur fýra umboð í ungdómsfinalunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-14 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hevur H71 havt flest lið í steypafinalunum. Ungdómsarbeiði í Hoyvík er sera væleydnað, og seinastu fimm árini hava menninir luttikið í finaluni fýra ferðir.

Í ár eru kvinnurnar við fyri fyrstu ferð, so tað er eitt sera spennandi vikuskifti fyri framman hjá hoyvíkingum. Tað er einans hjá gentum 10 og 16, at H71 ikki er umboðað. Á dreingjasíðuni kann H71 gera reint borð. Í finaluni hjá dreingjum 10 hittast tvey lið hjá H71, og harvið hevur felagið 11 lið í 12 finalum; beint undir helmingin av liðunum.

Les eisini: HSF: - Ein fest og hæddarpunktið í hondbóltsárinum

Kvinnurnar hjá VÍF er triðja árið á rað í finaluni. Vestmenningar eru umboðaðir í fýra finalum samanlagt - eina ímóti H71 b (dreingir 16) Kvinnurnar og menninir hjá Neistanum vóru í hálvfinalunum hjá teimum vaksnum, men tað rakk ikki til finalupláss hjá teimum. Tey í bláum spæla hinvegin í fýra ungdómsfinalum.     

Skráin fyri finaluvikuskiftið:

Leygardagur 15. februar: 
Kl. 13.30 Kvinnur: H71 – VÍF 
Kl. 16.00 Menn:  Kyndil – H71
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b

Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder