Annað

Um vikuskiftið eigur flogbólturin tørn

SÍ er í báðum vaksnamannafinalunum og er greitt best umboðað í ungdómsdeildini.

Kvinnurnar hjá SÍ vunnu í fjør steypið. Aftur í ár er møguleikin har - eins og hjá monnum er Mjølnir mótstøðuliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Kvinnurnar hjá SÍ vunnu í fjør steypið. Aftur í ár er møguleikin har - eins og hjá monnum er Mjølnir mótstøðuliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-19 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Farna vikuskiftið vóru hondbóltsfinalurnar hjá teimum vaksnu og í ungdómsdeildini í Stórhøllini á Hálsi.

Leygardagin og sunnudagin verða finalurnar í flogbólti leiktar. Eins og í hondbóltinum er talan um 12 finalur.

Sum vant eru sørvingar best umboðaðir - SÍ hevur lið í tíggju av finalunum. Tað er bert hjá gentum 12 og gentum 14 b, at SÍ ikki er við. SÍ og Mjølnir hittast í finalunum hjá teimum vaksnum

Leygardagin 22.02
kl. 9.00 Dreingir 12 SÍ - ÍF
kl. 10.15 Gentur 14 B Ternan - Fleyr
kl. 13.30 Kvinnur SÍ - Mjølnir
kl. 16.00 Menn Mjølnir - SÍ
kl. 18.30 Dreingir 15 SÍ - ÍF
kl. 19.45 Gentur 19 SÍ - Fleyr

Sunnudagin 23.02:
kl. 13.00 Gentur 12 TB - Fleyr
kl. 14.15 Dreingir 17 SÍ - Fleyr
kl. 15.30 Gentur 14 A TB - SÍ
kl. 16.45 Gentur 16 SÍ - TB
kl. 18.00 Kvinnuunglingar TB -SÍ
kl. 19.15 Mansunglingar SÍ - TB/Fleyr

placeholder
placeholder