placeholder
Fótbóltur

Favorittarnir fingu gott lutakast

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Europa League hevur júst verið. Størsta uppgerðin á pappírinum er millum Sevilla og Roma. FCK skal til Istanbul.

Romelu Lukaku og Inter eru favorittar móti Getafe - gamla felagið hjá belgiska áleyparanum fekk so gott lutakast sum gjørligt (Mynd: EPA)

Romelu Lukaku og Inter eru favorittar móti Getafe - gamla felagið hjá belgiska áleyparanum fekk so gott lutakast sum gjørligt (Mynd: EPA)

2020-02-28 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu tær flestu uppgerðirnar í 1/16-finalunum avgjørdar. 

Les meira: Arsenal fall móti Olympiakos

Banamenninir hjá Arsenal skulu royna at fella enn eitt enkst felag í áttandapartsfinalunum. 

FCK koppaði skotsku meistarunum í gjárkvøldið, og skulu svølgja ein stóran bita í áttandapartsfinaluni. Istabul Basaksehir er ongantíð komið so langt í evropeiskum fótbólti, men sigurin á Sporting Lissabon var flottur, liðið liggur nummar eitt í Turkalandi, hevur ein spennandi hóp, og er krútsterkt á heimavølli.

Manchester United, ið vann 5-0 í gjár, skal til Eysturríkis. Liðið hjá Solskjær eigur ikki at fáa trupulleikar av LASK yvir tveir dystir. Inter fer helst at senda Getafe út, men spanska felagið hevur argað tey stóru í La Liga í ár og sendi í gjár Ajax út. Inter er størsti favorittturin at vinna Europa League.

Roma og Sevilla hittast til eina aðra áhugaverdan spansk-italienska uppgerð. Sevilla hevur vunnið kappingina fimm ferðir síðani 2006.

Áttandapartsfinalurnar í Europa League:
Istanbul Basaksehir - FCK 
Olympiakos - Wolves
VLF Wolfsburg - Shakhtar Donetsk
Inter Milan - Getafe
Sevilla - AS Roma
Eintracht Frankfurt/Salzburg * - FC Basel
LASK - Manchester United

*Seinni dysturin spældur í kvøld - varð útsettur í gjár vegna veður (4-1 til Frankfurt eftir fyrra dystin)

Fyrru dystirnir verða leiktir hóskvøldið 12. mars - seinnu uppgerðirnar eina viku seinnu (19. mars)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder