placeholder
Fótbóltur

Váttað: Sonni Ragnar Nattestad spælir fyri B36 í 2020

- Eg eri takksamur fyri møguleikan, sum B36 hevur givið mær. Eg stórtrívist, og tað mest umráðandi fyri meg nú er at venja og spæla nógv, sigur verjuleikarin. - Ov stórur møguleiki at siga nei takk til, sigur formaðurin.

25-ára gamli Sonni Ragnar Nattestad hevur bert spælt sjey dystir í bestu føroysku deildini áður. Her saman við formanninum í B36, Magna Mouritsen (Mynd: b36.fo)

25-ára gamli Sonni Ragnar Nattestad hevur bert spælt sjey dystir í bestu føroysku deildini áður. Her saman við formanninum í B36, Magna Mouritsen (Mynd: b36.fo)

2020-02-28 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur vant við allan vetur og hevur spælt við í øllum venjingardystunum uttan einum. Tað var ein máti fyri sáttmálaleysa Sonna Ragnar Nattestad at halda seg í gongd uppá, og venjarin Jákup á Borg segði við Portalin fyri stórum mánaði síðani, at tað hevði verið ein dreymaundirskrift, men at tað var ætlað til at halda honum og Meinhardi í gongd.

Les eisini: - Eri nøgdur við hópin sum hann er

Nú er tó ein avtala komin í lag millum partarnar - B36 váttar seinnapartin tað, sum tað hevur bygt upp til seinastu vikurnar: Sonni Ragnar Nattestad spælir fyri árstalsfelagið í Gundadali hetta kappingarárið.

25 ára gamli miðvingurin spældi sjey dystir fyri 07 Vestur í Betrideildini sum blaðungur í 2011. Síðani fór hann til FC Midjylland at royna seg, har hann kom allan vegin til besta liðið. Í Danmark hevur hann eisini umboða Vejle, AC Horsens (tvær ferðir) og seinast FC Fredricia. Samstarvið millum miðverjan og liðið í næstbestu donsku deildini endaði á várið í fjør.

Síðani hevur Sonni Ragnar arbeitt við at heilt sleppa av við ein gamlan skaða. Hetta hevur millum annað verið gjørt á serligari klinikk í Holland. Maðurin við 27 landsdystum var als ikki partur av landsliðnum í 2019, hóast hann vandi eitt sindur við í fyrireikingunum til dystirnar í Noreg og Svøríki og Noreg.

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad var ein týðandi partur í góðu gongdini hjá landsliðnum fyri nøkrum árum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Í júst Noreg hevur Sonni Ragnar umboða Molde og Aalesund, og í Íslandi hevur hann spældi fyri FH og Fylkir. 

- Tað hevur verið ein drúgv og strævin tilgongd hjá mær at koma fyri meg. Eg havi fingið nógva góða hjálp, og nú gleði eg meg bara til aftur at gera tað, sum eg mest av øllum vil. Nevnliga at spæla fótbólt. Eg eri takksamur fyri møguleikan, sum B36 hevur givið mær gjøgnum allan vetur, og eg má siga, at eg havi stórtrivist í umhvørvinum kring felagið og spælarahópin. Tað hevur verið áhugi úr útlandinum, men tað týdningarmesta hjá mær her og nú er, at eg havi møguleika at venja nógv og spæla nógvar dystir. Klári eg tað, so ætli eg sjálvandi at koma uttanlands at spæla aftur.

Hetta sigur Sonni Ragnar Nattestad í viðmerking við heimasíðuna hjá B36. Hóast B36 er væl mannað í júst miðverjuni, metti felagið, at hendan møguleikan kundi man ikki siga nei til: 

- Vit høvdu sum so ikki nakrar beinleiðis ætlanir um at styrkja okkum meira á verjuplássunum, men tá nú høvi beyðst at knýta kanska besta verjuspælaran hjá Føroyum at hópinum, var hetta ein alt ov stórur møguleiki at siga nei-takk til, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36 við heimasíðu felagsins.

Les eisini: - Liðið er avgjørt sterkari í ár enn í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder