placeholder
Hondbóltur

H71 í sóttarhaldi

Ein leikari hjá besta mansliðnum er smittaður við koronavirusinum, og tískil halda allir leikararnir í hópinum seg heima nú.

Fyri at forða fyri møguligari spjaðing av smittuni eru leikararnir farnir í sóttarhald (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri at forða fyri møguligari spjaðing av smittuni eru leikararnir farnir í sóttarhald (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-19 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alllir leikararnir hjá besta mansliðnum hjá H71, ið vandu í seinastu viku, eru nú í sóttarhaldi. Hetta kemst av, at ein leikari gjørdist sjúkur 11. mars og hevur síðani fingið staðfest, at talan er um covid-19 smittuna.

Hetta váttar Anna Dam, forkvinna í H71, fyri in.fo.

Hon sigur, at leikarin, ið ikki verður nevndur við navnið, er komin fyri seg aftur og hevur tað gott.

Leikarar, ið vandu við í seinastu viku, skulu verða í sóttarhaldi til mikudagin 25. mars. H71 vandi seinast týskvøldið í farnu viku, 10 mars. 

Eftir dystin millum VÍF og Neistan 11. mars, gjørdi Hondbóltssamband Føroya av at steðga øllum kappingum fyribils. Tað er óvist, nær hondbóltur verður aftur í Føroyum. Tvey umfør resta í av grundspælinum, og síðani eru hálvfinalur og finalur eftir ætlan á skránni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder