Fótbóltur

- Fáa ikki meldað nakað nágreiniligt út í løtuni

Kappingarnevndin hjá FSF arbeiðir við nøkrum framtíðarímyndum, men Róin Schrøter sigur, at í verandi støðu er tað ógvuliga torført at siga, hvussu ymisku kappingarnar verða skipaðar í 2020.

B36 og KÍ skuldu spæla fyri 15 døgum síðani í 1. umfari. Fótbólturin fer ikki av álvara á rull fyrrenn um ein stóran mánað í fyrsta lagi. FSF arbeiðir í løtuni undir treytununum av stóru óvissuni í samfelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 og KÍ skuldu spæla fyri 15 døgum síðani í 1. umfari. Fótbólturin fer ikki av álvara á rull fyrrenn um ein stóran mánað í fyrsta lagi. FSF arbeiðir í løtuni undir treytununum av stóru óvissuni í samfelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-23 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin boðaði Fótbóltssamband Føroya frá, at eingin kappingarfótbóltur verður fyrrenn í fyrsta lagi 1. mai.

Les meira: Eingin fótbóltur í april

Hetta ger, at ivamál er um, hvussu ymsu kappingarnar verða leikar. Feløgini eru í bíðistøðu, og Róin Schrøter, varaforseti og formaður í kappingarnevndini, sigur við Portalin, at sum nú er fær FSF ikki lagt eina nýggja og endaliga ská.

- Sum støðan er nú lata skúlar og annað upp eftir páskaferiuna, um miðjan apríl. Tað gevur feløgunum áleið tvær vikur at koma í gongd aftur, um byrjað verður 1. mai – tað er eisini tí, at vit hava ásett hesa dagfestingina fyri fyrst. Vit vita tó, at hetta kann broytast, og tí noyðast vit at bíða við at leggja eina endaliga ætlan og við at koma við útmeldingum um eina ítøkiliga skrá fyri kappingarárið 2020.

Róin Schrøter sigur tó, at arbeitt verður við ymiskum møguleikum, men tað er nógv, ið støða skal takast til.

- Vit hava, og vit fara at tosa um hvussu ymiskar møguleikar fyri hvussu skráin fyri árið skal síggja út. Tað er tó eitt sera stórt arbeiði, tí so nógvar kappingar skulu leggjast av nýggjum, og so spælir tað eisini inn, um til dømis allir ungdómslandsdystirnir skulu leikast o.s.fr.

Tað er Betrideildini hjá monnum, ið tey flestu fótbóltsáhuagði bíða spent eftir. Hon skuldi upprunaliga byrjað 8. mars, varð síðani útsett eina viku orsaka av koronavirusinum, og eftir nýggjastu tilmælini hjá heilsumyndugleikunum varð hon aftur útsetta – hesaferð til eina óásetta dagfesting.

Tað hevur á sosialu miðlunum verið kjakast um, at kappingin skal koyra til heilt út í november, og at spælast skal meira mitt í viku og í ætlaðu summarfrítíðini, ella um hon skal verða stytt niður í 18 umfør.

Róin Schrøter hevur í løtuni onga viðmerking til, hvussu Betrideildini 2020 verður ávirkað og skipað orsakað av verandi umstøðum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder