Annað

Stóra finalutiltakið útsett

Stóri dagurin hjá borðtennis, badminton og judo er útsettur.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-25 20:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra FM-finalutiltakið, sum borðtennis, badminton og judo árliga ganga saman um, verður ikki sum ætlað tann 18. apríl. Innleiðandi FM í borðtennis fyri vaksin, sum skuldi vera 17. apríl, verður heldur ikki spælt ásetta dagin.

Hetta skrivar Borðtennissambandið á heimasíðuni í dag.

Koronasmittan er orsøkin, og Borðtennissamband Føroya, Badmintonsamband Føroya og Judo Føroyar virða sjálvsagt tilmælini hjá landsins myndugleikum um at fyribils útseta alt virksemi, verður sagt.

- Sersambondini eru samd um, at hetta má útsetast – men tó er enn ongin dagur ásettur. Sersambondini tosa saman um hetta aftur eftir páskir, og so verður støða tikin, alt eftir hvør tilráðingin frá heilsumyndugleikunum er tá, siga tey trý sersambondini í skrivi í dag.

Enn er nýggjur dagur fyri tiltakið ásettur.

placeholder
placeholder