Fótbóltur

Føroyameistararnir sendir til hús

Leikararnir í hópinum á besta mansliðnum hjá KÍ eru farnir í ALS.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-25 21:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka, so hava vit sent allar leikararnar til hús, og í skipanina hjá ALS, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá mansliðnum hjá KÍ í Betri deildini.

Leikararnir í hópinum eru í skipaini hjá ALS, sum landsstýrið hevur sett í verk, nú korona hevur lagt samfelagið at kalla stilt.

- Hjálparpakkin sum kom fevnir eisini feløgini, sum eisini betala í hann. Tað eru vit takksamir fyri, tí at tað hvílir á sjálvbodnum arbeiði. Tað at vit kunnu fáa eitt sindur av hjálp ger, at tey flestu feløgini kunnu hóðra undan, sigur Mikkjal Thomassen, við Facebooksiðuna hjá KÍ.

- Hetta merkir, at KÍ ikki kann hava leikararnar til arbeiðis, og venjingin er upp til hvønn einstaka leikara, greiðir hann frá.

placeholder
placeholder