Fýra týsk feløg hjálpa hinum við 150 milliónum samanlagt

Champions League-luttakararnir standa nú saman.

Harðir kappingarneytar í oddastríðnum standa nú saman um at hjálpa teimum liðunum, ið hava tørv á tí, fíggjarliga (Mynd: EPA)

Harðir kappingarneytar í oddastríðnum standa nú saman um at hjálpa teimum liðunum, ið hava tørv á tí, fíggjarliga (Mynd: EPA)

2020-03-26 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsfeløg kring heimin missa nógvan pening orsaka av støðuni viðvíkjandi kornavirusinum.

Í Týsklandi hevur eingin fótbóltur verið í 15 dagar á yrkisstøði, og hetta ávirkar feløgini fíggjarliga -  serliga viðvíkjandi mistum áskoðarainntøkum. 

Les eisini: Leikarar hjá Mönchengladbach frásiga sær part av lønini

Í dag hava tey fýra feløgini, ið umboða Týskland í Champions League í 2019/2020, 
Borussia Dortmund (ið varð sligið út av PSG fyrr í mánaðinum), FC Bayern München, RB Leipzig and Bayer Leverkusen kunngjørt á heimasíðum teirra, at tey samanlagt hava lagt 20 milliónir evrur, áleið 150 milliónir krónur, saman til at hjálpa teimum liðnum í Bundesliga, sum hava tørv á tí.

Hesin hjálparpakkin er eisini galdandi fyri hina yrkisdeildina, Bundesliga 2, og harvið kann liðið hjá Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld, fáa hjálp frá stórfeløgunum.

Talan er um eitt óvanligt inntriv, men tað er eisini ein heilt óvanlig tíð.

Á heimasíðuni hjá týska risanum sigur forstjórin hjá Bayern München, Karl Heinz Ruminegge, at hetta er fyri at vísa samhaldsfesti og samhuga í einari truplari tíð, og at herðarnir hjá teimum sterku skulu stuðla herðunum hjá teimum veiku, nú tað í fótbóltsheiminum snýr seg um at standa saman. 

Leikarar hjá Dortmund og Bayern eru farnir 20 prosent niður í løn í vikuni. Leikarar hjá Borussia Mönchengladbach, Werder Bremen og Schalke 05 eru eisini farnir niður í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder