Fótbóltur

Símun Samuelsen skal nú royna seg sum venjari í Betrideildini

Saman við Tonny Brimsvík skal vágbingurin, ið legði gaggurnar á hilluna eftir kappingarlok í fjør, stjórnað AB í 2020.

Símun Samuelsen hevur nógvar royndir sum leikari í hægsta støði í Føroyum, umframt í íslendskum fótbólti og frá landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Símun Samuelsen hevur nógvar royndir sum leikari í hægsta støði í Føroyum, umframt í íslendskum fótbólti og frá landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-26 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samstarvið millum Sorin Anghel og AB endaði fyri tólv døgum síðani. Síðani hevur felagið á Argjum leitað eftir røttu loysnini á venjarapostinum, og í kvøld hevur Argja Bóltfelag kunngjørt, at tað verður eitt venjarapar, ið skal standa á odda fyri AB í 2020.

44-ára gamli Tonny Brimsvík var hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í fjør. Nú tekur hann, saman við Símuni Samuelsen, ið millum annað hevur spælt við AB, yvir eftir rumenan.

- AB er felagið, sum bjargaði mínari leikarakarrieru. Eg hevði verið illa skaddur, tá eg kom til AB, og her á Argjum fekk eg møguleikan at koma fyri meg sum leikari. Nú fái eg enn ein møguleika á Argjum, og eg klári illa at bíða eftir at koma í gongd og vísa mínar dygdir sum venjari”

Hetta sigur Símun Samelsen við heimasíðuna hjá AB. Í 2016 spældi Símun 20 dystir fyri AB.

[object Object]
Mynd: argjaboltfelag.fo

34-ára gamli vágbingurin spældi sambært Faroe Soccer 269 dystir í Betrideildini fyri VB (VB/Sumba og FC Suðuroy eisini), GÍ og HB. Tað var í havnarfelagnum, at Símun var mest, og tað var sum lyklaleikari, at hann í 2010, 2013 og 2018 vann FM. Í fjør var Símun Samuelsen við til at vinna steypakappingina á fyrsta sinni. Kantspælarin skoraði í finalusigrinum á Vìkingi, sum var hansara dystur nummar 45 í kappingini um Løgmanssteypið.

Símun spældi eisini í Íslandi og Noreg, har tað serliga eydnaðist væl í Keflavík. Hann spældi sambært FSF 44 A-landsdystir og skoraði eitt mál. Hann gavst eftir kappingarenda í fjør, og tá kappingarárið einaferð byrjar aftur, skal Símun Samuelsen standa á síðulinjuni sum venjari hjá AB.

Tað skal hann saman við Tonny Brimsvík: 

- Eg byrjaði sum hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í fjør. Uppá stutta tíð lærdi eg nógv, og hóast hetta stigið kom nakað brádliga, kenni eg meg kláran og gleði meg til avbjóðingina. Á Argjum arbeiða vit fyrst og fremst við menningini í huga. Men eg kenni meg vísan í, at hetta kemur at síggjast aftur á vøllinum.

Soleiðis sigur maðurin, sum seinastu mongu árini hevur verið venjari í ungdómsdeildini hjá AB, serliga á gentu/kvinnusíðu, við heimasíðu felagsins.

Har fegnast nýggi formaðurin í AB, Marius Thomassen, fegnast um nýggja venjaraparið: 

- Bæði tað, at vit hava fingið Símun Samuelsen út aftur á Argir, og at Tonny Brimsvík, sum er so væl lýddur í felagnum, heldur á fram, er fantastiskt. Nú kann kappingin bara byrja

AB endaði í fjør á 7. plássi við 21 stigum. Betrideildin fer í fyrsta lagi í gongd 1. mai. 

 

placeholder
placeholder