Annað

Samanumtikið eitt góðkent avrik

Føroyar vunnu aftur í gjár á Wales og Andorra í UEFA eEURO 2020 undankappingini og endaðu harvið á 4. plássi í bólkinum.

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondeson hava umboðað Føroyar, ið á fyrsta sinni luttekur í undankapping í efótbólt (Mynd: FSF)

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondeson hava umboðað Føroyar, ið á fyrsta sinni luttekur í undankapping í efótbólt (Mynd: FSF)

2020-03-31 16:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 – Hetta gekk sum væntað. Vit vóru betri fyrireikaðir til seinna umfar, og sum heild gjørdist talan um eitt heilt gott avrik. Samstundis duga vit væl at síggja, hvar vit skulu betra okkum

Hetta sigur Heðin Egholm Skov, ið saman við Virgar Trondesen mannar føroyska eLandsliðið, sum í gjár spældi seinna umfar í UEFA eEURO 2020 undankappingini.

Úrstlini vóru júst tey somu, sum tá Heðin og Virgar spældu í hølunum hjá FSF 16. mars: Føroyska liðið vann ímóti Wales og Andorra, men tapti síðani fyri Ukraina, Italia og Montenegro.

Italia endaðu fremst við 25 stigum og fer beinleiðis víðari til EM-endaspælið. Á italienska liðnum var ein fyrrverandi heimsmeistari í efótbólti. 

Føroyar gjørdust nummar fýra við 12 stigum. Hetta vóru tíggju stig frá nummar trý, Ukraina, og seks stig vóru niður til Andorra. 

Um mánaðarskifti apríl-mai skal føroyska eLandsliðið í eldin aftur, tá kappast skal um plássini frá nummar 21 til 55.

Úrslit / Seinna umfar
Wales – Føroyar 1-5
Føroyar – Andorra 5-4
Italia – Føroyar 8-1
Montenegro – Føroyar 5-2
Føroyar – Ukraina 3-9
(Heðin og Virgar spældu hvør sín dyst móti hvørjum landi - ein dystur er samanlagda úrslitið av tveimum dystum)

Øll úrslitini í UEFA eEURO 2020 undankappingini síggjast her: eeuro2020.com

Dystirnir hjá føroyska liðnum kunnu síggjast á Youtube rásini hjá FSF.

Nakrar myndir frá tá Heðin Egholm Skov og Virgar Trondeson spældu, kunnu síggjast á heimasíðuni hjá FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder