Fótbóltur

Gongd veruliga komin á aðru hædd á Tórsvølli

Nýggja skýlið á tjóðarleikvøllinum tekur nú av álvara skap. Áleið eitt ár er til, at tað eftir ætlan skal takast í nýstu.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2020-03-31 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast koronavirusið hevur sett føroyska samfelagið niður í ferð, so gongur arbeiðið á Tórsvølli framá, skrivar Fótbóltssambandið Føroya skrivar í dag á Facebook-síðu sínari. Skýlið tekur veruliga skap, og nú sæst onnur hædd av áskoðaraplássum.

[object Object]Mynd: FSF

Nýggja skýlið, á síðuni har gamla FSF-húsið var beint við niðara vøll, verður ikki nýtt til nakran dyst í ár. Ætlanin er, at tað skal takast í nýstlu til EM-endaspælið hjá Gentum U17, sum verður í Føroyum í mai 2021.

[object Object][object Object]Myndir: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder