placeholder
Fótbóltur

Nú skulu liðini av álvara royna seg

NSÍ og Víkingur hava higartil spælt ímóti "botn-fimm liðum". Víkingur hevur longu snávað eina ferð, meðan NSÍ kemur til Norðragøtu sum oddalið.

NSÍ hevði ongar trupulleikar av EB/Streymi seinast. Í kvøld er uppgávan størri, tá 3. umfar byrjar við braki í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevði ongar trupulleikar av EB/Streymi seinast. Í kvøld er uppgávan størri, tá 3. umfar byrjar við braki í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-22 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 2. umfari í Betrideildini er tann næsta "topp-fimm uppgerðin" í ár. B36 koppaði KÍ í Klaksvík í 1. umfari, og nú bresta størstu feløgini í Eysturoynni saman.

Eftir málleysa javnleikin á Argjum í 1. umfari fekk Víkingur hol á málskjótingina móti Skála. Fimm mál gjørdist talan um, og nú skal liðið hjá Eyðuni Klakstein royna at skapa trupulleikar fyri bakketuna hjá hinum liðnum úr Runavíkar kommunu, ið er mannað við fimm leikarum í verjustøðu, og sum nú fyri fyrstu ferð av álvara skal standa sína roynd.

[object Object]Sølvi Vatnhamar skoraði eitt mál og var við í trimum øðrum hjá Vìkingi móti Skála (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur fingið trý mál og trý stig í báðum teimum fyrstu umførunum. Hetta hevur tryggjað liðnum hjá Glenn Ståhl eitt fyribils 1. pláss, og liðið kann leggja sjógv millum seg B36 og HB, ið eisini hava fult stigatal, við sigri í kvøld - tó verður tað helst fyribils, tí havnarfeløgini eru risafaovrittar í vikuskiftinum (móti ávíkavist Skála og AB)

[object Object]
NSÍ-leikararnir hava fegnast um seks mál og tvei sigrar higartil. Aron Knudsen, ið verður fangaður her, hevur skorað í báðum dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Á Víkinga-liðnum eru nakað fleiri royndir - serliga á miðvøllinum. Ungi miðvøllurin hjá NSÍ hevur sæð gott út higartil og hevur verið við í meginpartinum av málunum. Betuel Hansen hevur skorað eitt mál og hevur annars spælt sera væl á verjukenda miðvøllunum. Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen, ið eru tveir árgangir yngri, hava fingið álit, og Aron hevur skorað tvey mál, og Mórits Heini hevur lagt upp til eitt og skorað eitt. 

Les eisini: Petur Knudsen: Vit eru ikki nøgdir við nakað annað enn ein sigur

Fremstu menninir, Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen, eru sera vandamiklir, og bakketan hjá Vìkingi var ótrygg til tíðir móti Skála - serliga stóri miðverjin Vukasin Tomic. Í hinum endanum kunnu leikarar sum Finnur Justinussen, ið jagstrar sítt mál nummar 100 í Betrideildini, Lukasz Cieslewicz, Sølvi Vatnhamar og Jákup Johansen, ið var eyðsýndur móti barndómsfelagnum sunnudagin, av álvara hótta. Andreas Lava Olsen verður helst nýttur sum vandamikil innskiftari. Tí kunnu mál undirhald væntast, eins og ofta hevur verið at sæð í hesum uppgerðunum, og tað kom Finnur Justinussen eisini inn á, tá vit tosaðu við áleyparan í gjár.

Les eisini: Finnur Justinussen: Skulu vísa at tað er ein marra at vera
mótstøðulið í Sarpugerði


Áður hevur Víkingur verið av álvara omaná innanhýsis, men seinastu trý árini hevur NSÍ vunnið tveir triðingar av dystunum og allar fýra í Norðragøtu.

Les eisini: NSÍ hevur vunnið sínar fýra seinastu dystir í Sarpugerði 

Hetta vilja víkingingarnir broyta uppá í kvøld, meðan NSÍ vil halda fast í sigursrøðini og í oddasessinum. Fyrsta bríksl í Sarpugerði verður klokkan 19.00. Alex Troleis dømir dystin. Vit dagføra frá dystinum á forsíðu okkara og eru á staðnum við myndatólinum. Eftir dystin hava vit dystarfrásøgn, og vit gera samrøður.
3. umfar: Fýra lið hava heimavøll annað vikuskifti á rað
Les eisini: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder