Annað

Dávur Magnussen vunnið tríggjar av fýra kappingum í ár

Tórshavnar Súkklufelag fegnast um góðu uppmøtingina til kappingina Kristi himmalferðardag.

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

Mynd: Tórshavnar Súkklufelag

2020-05-23 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spenningur til síðsta sekund, men hóast tað, bleiv tað ein tryggur sigur til Dávur Magnussen, sum vann triðju av fýra kappingum í ár.

Kristi himmalsferðardag gekk leiðin úr Havn til Hósvíkar, har tað bleiv vent. Leiðin gekk síðan móti Vestmanna, og so niðan á Mýrarnar, har málið var. Ein teinur á góðar 70 kilometrar, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Súkklufelag.

Talan var um ein góðan dag, og súkklufelagið fegnast um, at uppmøtingin var so góð sum hon var, at øll valdu at koyra longra teinin, og at nýggir súkklarar vildu royna seg innan súkkling.

Niðanfyri síggjast úrslitini, og meira um kappingina kann lesast her.

Úrslitið 21. mai, menn, Tórshavn, Hósvík, Mýrarnar

1. Dávur Magnussen, 2 tímar 5 minuttir 34 sekund

2. Jákup Petur Eliasen, 2:08:51

3. Andrass Joensen, 2:09:19

4. Hilmar Hansen, 2:10:53

5. Gunnar Dahl-Olsen, 2:11:41

6. Jan Hjaltalin Olsen, 2:27:34

7. Bogi Gregersen, 2:34:17

8. Bogi Højgaard, 2:40:05

9. Henry Berg, 2:52:38

 

Úrslitið 21. mai, kvinnur, Tórshavn, Hósvík, Mýrarnar

1. Elsa Berg, 2 tímar 39 minuttir 21 sekund

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder