Fótbóltur

Tætt oddastríð í 1. deild

Øll tey fýra ovastu liðini, undantikið B68, vunnu í gjárkvøldið - 07 Vestur er í trupulleikum.

Arnbjørn Svensson vísti sínar dygdir á Sandi (Mynd: Bjarni Enghamar)

Arnbjørn Svensson vísti sínar dygdir á Sandi (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-06-03 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var fyrsta miðvikuumfarið í 1. deild leikt.

Lagt varð til brots á Toftum, har B68 var á odda tvær ferðir, men har HB í báðum førum svaraði aftur. Málið hjá toppskjúttanum í deildini til 2-1 sá í beint yvir 20 minuttir út til at fara at verða sigursmálið, men so sló Dánjal Pauli Lervig til. B68 spældi í 35 minuttir við leikarar í undirtali.

Víkingur er nú einsamalt oddalið. Teir ljósabláu komu afturum á Sandi, men svaraðu væl aftur. Arnbjørn Svensson syrgdi við tveimum málum í 2. hálvleiki fyri, at øll trý stigini komu við yvirum Sandoyarfjørð aftur. 

B36 fylgir væl við í oddinum. Hannes Agnarsson var í hopla í gjár, tá hoyvíkingar vitjaðu. Hann skoraði tvey og legði upp til hitt málið hjá B36 í 3-1 sigrinum. Øll málini komu seinasta korterið.

[object Object]
Hannes Agnarsson var við á dómaraseðlanum hjá besta liðnum móti HB. Hann nærkast helst minuttum á hægsta stigi aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ megnaði at hála sigurin heim. Tá sá trygt út á Argjum, men seinastu minuttirnar skoraði AB tvær ferðir. Hans Marius Davidsen gjørdist tvífaldur málskjútti fyri NSÍ.

Í Klaksvík kom einsamalla málið í dystinum uppá eitt beinleiðis fríspark, ið veteranurin Hjalgrím Elttør setti í málið. 07 Vestur hevði annars sínar møguleikar, men vágamenn noyddust at ásanna, at úrtøkan eftir fimm dystir bert eru trý stig (tríggir javnleikir) KÍ, ið vann deildina í fjør, er nakað aftanfyro ovastu liðini í løtuni.

 

5.umfar
Mikudagin 4/6


B68 - HB 2-2 (2-1)
45' Karstin Clementsen 1-0
68' Tormóður Djurhuus 1-1
71' Andri Benjaminsen 2-1
93' Dánjal Pauli Lervig (2-2)
Reytt kort: Bárður Jensen (55' - seinna gula)

AB - NSÍ 2-3 (0-2)
2' Jørgen Nielsen 0-1
43' Hans Marius Davidsen 0-2
64' Hans Marius Davidsen 0-3
83' Jóhannes Dalsgard 1-3
87' Jón Krosslá Poulsen 2-3

B71 - Víkingur 1-3 (1-1)
29' Brian Okpala 1-0
37' Noah Mneney 1-1
63' Arnbjørn Svensson 1-2
87' Arnbjørn Svensson 1-3
Reytt kort: Sverri Dalsgaard (88' seinna gula)

KÍ - 07 Vestur 1-0 (0-0)
73' Hjalgrím Elttør 1-0

B36 - FC Hoyvík 3-1 (0-0)
77' Hannes Agnarsson 1-0
80' Rani í Soylu 2-0
88' Hannes Agnarsson 3-0
90' Villiam Emil Klein 3-1

Kelda: dystir.fo

Støðan:

1
 
5
4
1
0
13
5
+8
13
2
5
4
0
1
10
5
+5
12
3
5
3
2
0
10
5
+5
11
4
 
5
3
1
1
15
10
+5
10
5
5
2
1
2
8
10
-2
7
6
5
1
2
2
6
8
-2
5
7
 
5
1
1
3
7
13
-6
4
8
 
5
0
3
2
6
8
-2
3
9
 
5
0
3
2
6
10
-4
3
10
 
5
0
0
5
5
12
-7
0

Komandi umfar: 

6
06-06-2020
 
-
 
6
06-06-2020
 
-
 
6
06-06-2020
 
-
 
6
06-06-2020
 
-
 
6
06-06-2020
 
-

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder