Fótbóltur

1. deild: Víkingur og NSÍ hava skapt nakað av frástøðu

Trý lið hava 12 stig og trý lið hava 11 stig - Tað sær tungt út hjá FC Hoyvík og serliga AB.

07 Vestur hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

07 Vestur hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-17 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. umfar í 1. deild er leikt farnu dagarnar.

Ein dystur varð leiktur mánakvøldið, har HB vann knúsandi sigur á grannunum. Hondbóltsleikarin Hilmar Leon Jakobsen skoraði tvey av málinum, og so vóru veteranar Rókur av Fløtum Jespersen og Levi Hanssen komu eisini á máltalvuna, og B36 er heilt stegðað upp eftir eina góða byrjan. 

[object Object]
Hilmar Leon Jakobsen hevur seinastu árini veruliga gjørt um seg fyri H71 og á ymsum landsliðnum - fótbóltsevnini eru eisini eyðsýnd (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjár vórðu fýra dystir leiktir. Óla Kristian Skála Jakobsen skoraði einsamalla málið, tá oddaliðið vann á botnliðnum í Leirvík. Málið varð skorað við brotssparki - tí fimta ið liðformaðurin hjá víkingunum hevur skorað í ár. AB hevur enn einki stig fingið í ár, hóast liðið ikki hevur tapt greitt ofta. 

B71 svaraði aftur tríggjar ferðir, eftir at NSÍ var komið á odda, men fjórðu ferð gekk ikki. Runavíkingar, ið hava spælt nógvar málríkar dystir (hava skorað heili 26 ferðir, men latið 17 mál inn) eru framvegis trý stig aftanfyri Víking.

B68 megnaði ikki at koppa teimum næstbestu hjá KÍ á heimavølli, og tá 07 Vestur vann 3-0 á FC Hoyvík, ið er nakað undir strikuni, fóru vágamenn frammum B68. Hetta var triði sigurin á rað hjá 07 Vestur.


1. deild - 8. umfar: 

Mánadagur 15.06
HB - B36 6-1 (2-0)
22' Hilmar Leon Jakobsen 1-0
29' Rói av Fløtum 2-0
64' Hilmar Leon Jakobsen 3-0
70' Rókur av Fløtum Jespersen 4-0
78' Levi Hanssen 5-0
81' Dànjal Nolsøe Leifsson 6-0
86' Sámal Jákup Jacobsen 6-1

Týsdagur 16.06
07 Vestur - FC Hoyvík 3-0 (1-0)
6' Predrag Jeremic 1-0
60' Ragnar Weihe 2-0
68' Ragnar Weihe 3-0

Víkingur - AB 1-0 (0-0)
59' Óla Kristian Skála Jakobsen 1-0

B68 - KÍ 0-2 (0-1)
44' Bárður Hansen 0-1
56' Hjalgrím Elttør 0-2

NSÍ - B71 4-3 (2-2)
18' Atli Petersen 1-0
26' Clayton Do Nascimento 1-1
29' Jann Martin Mortensen 2-1
45' Brian Okpala 2-2
52' Pætur Skipanes 3-2
58' Clayton Do Nascimento 3-3
86' Hans Marius Davidsen

1
 
8
6
2
0
18
8
+10
20
2
 
8
5
2
1
26
17
+9
17
3
8
3
3
2
17
13
+4
12
4
8
3
3
2
13
9
+4
12
5
8
4
0
4
12
16
-4
12
6
8
3
2
3
12
11
+1
11
7
8
3
2
3
13
14
-1
11
8
 
8
3
2
3
13
15
-2
11
9
 
8
1
2
5
12
22
-10
5
10
 
8
0
0
8
6
17
-11
0


Komandi umfar (leygardagin):

9
20-06-2020
 
-
 
9
20-06-2020
 
-
 
9
20-06-2020
 
-
 
9
20-06-2020
 
-
 
9
20-06-2020
 
-

Talvur og tøl: FaroeSoccer

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder