placeholder
Fótbóltur

Liverpool hevur vunnið Premier League

Hetta er staðfest, eftir at Chelsea basti Manchester City í kvøld. Talan er um 19. meistaraheitið hjá Liverpool og tað fyrsta í 30 ár.

Frøi í Liverpool í kvøld (Mynd: EPA)

Frøi í Liverpool í kvøld (Mynd: EPA)

2020-06-25 22:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sum hevur verið væl ávegis í meira enn eitt hálvt ár, er nú veruleiki: Liverpool hevur vunnið enska meistaraheitið fyri fyrstu ferð í 30 ár, og harvið fyri fyrstu ferð meðan tað hevur verið undir heitinum Premier League.

Liðið hjá Jurgen Klopp hevur verið suverent alt árið, og City hevur ikki megnað at fylgt við. Í kvøld skuldu meistararnir seinastu tvey árini vinna á Stamford Brigde fyri at tað ikki skuldi verða avgjørt í 31. umfari, men Chelsea var stinnari og vann 2-1. Avgerðin fall í 77. minutti, tá Fernandinho gjørdi brotsspark og Willan umsetti til mál úr ellivu metrum.

[object Object]Reytt kort...

[object Object]
Brotssparkið trygt sett inn...

[object Object]
2-1, trý stig til Chelsea og meistaraheitið til Liverpool...

Hetta vóru sera umráðandi stig hjá Chelsea í topp-fýra stríðnum, men fagnaðurin var helst nógv størri í Liverpool, har meistaraheitið nú endliga er veruleiki - eitt sera sannførandi meistaraheitið á allan hátt.

[object Object]

[object Object]
Har tað var stórur fagnaður (Myndir: EPA)

Liverpool hevur heili 86 stig, nú sjey dystir eru eftir at leika og kann harvið væl seta stigametið hjá júst Manchester City, sum er 100 stig og sum varð fyri tveimum árum síðani Klopp hevur nú vunnið bæði Champions League og Premier League sum Liverpool-venjari, og tað sum hendi í London í kvøld, gjørdi at talan varð um eitt søguligt kvøld hjá Liverpool F.C, ið nú hevur 19 ensk meistaraheiti - eitt færri enn arvafíggindin Manchester United, sum í løtuni hevur 37 stig færri.

Í komandi umfarið hittast Liverpool og City.

Premier League 31. umfar
Í kvøld: 
Burnley - Watford 1-0
Southampton - Arsenal 0-2
Chelsea - Manchester City 2-1

Í gjár:
Manchester United - Sheffield United 3-0
Liverpool - Crystal Palace 4-0
Newcastle - Aston Villa 1-1
Norwich - Everton 0-1
Wolves - Bournemouth 1-0

Týsdagin 23.06: 
Leicester - Brighton 0-0
Tottenham - West Ham 2-0


Støðan:
1. Liverpool 86
2. Manchester City 63 
3. Leicester 55
4. Chelsea 54
5. Manchester United 49 
6. Wolves 49
7. Tottenham 45
8. Sheffield United 44
9. Arsenal 43 
10. Crystal Palace 42
11. Burnley 42
12. Everton 41
13. Newcastle 39
14. Southampton 37 *
15. Brighton 33
16. Watford 28 *
17. West Ham 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 27
20. Norwich 21


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder