Fótbóltur

Enskur fótbóltsleikari stungin og rændur

Fyrrverandi Liverpool-leikarin er nú innlagdur á sjúkrahúsi.

Andre Wisdom, t.h., í dysti fyri Liverpool móti Manchester United í 2013 (Savnsmynd: EPA)

Andre Wisdom, t.h., í dysti fyri Liverpool móti Manchester United í 2013 (Savnsmynd: EPA)

2020-06-30 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enski verjuleikarin, Andre Wisdom var leygarkvøldið álopin og stungin í Liverpool. Wisdom spælir í løtuni fyri Derby í næstbestu ensku deildini.

Andre Wisdom var partur av hópinum hjá enska stórfelagnum Liverpool FC frá 2012 til 2017. Núverandi felag hansara, Derby County, hevur í dag váttað tíðindini um at hann er innlagdur eftir at verða niðurstungin um vikuskiftið.

Sambært bretskum miðlum hevur leikarin fingið fleiri skaðar, men støða hansara verður tó mett at vera stabil.

Sambært Sky Sports var Wisdom staddur heima hjá sær sjálvum í Merseyside, tá hann leygarkvøldið varð ringdur upp av einum í familjuni.

Hann koyrdi til økið Toxteth/Wavetree í Liverpool, har hann skuldi heinta skyldfólkið. Men tá hann fór úr bilinum, varð hann álopin av einum manni við knívi, sum stakk hann meira enn einaferð, og rændi hann.

Wisdom varð fluttur á sjúkrahús, og seinastu tíðindini siga, at hann framvegis er undir viðgerð. Løgreglan í Merseyside kannar nú málið.

Stutt undan hendingini var Andre Wisdom við til at vinna við Derby, 2-1 á Sunderland.

Hann kom til Liverpool í 2012 og spældi 14 dystir á besta liðnum, áðrenn hann fór til Derby í 2017. Meðan hann hevði sáttmála við Liverpool, varð hann leigaður út fleiri ferðir, millum annað til eysturríkska felagið RB Salzburg.

Derby liggur nummar átta í Championsship, fyra stig eftir Cardiff á fjórða plássi, sum gevur atgongd til at spæla um eitt pláss í Premier League. 

placeholder
placeholder