Annað

Nýggj avbjóðing: Vitja 5 fjallatoppar og vinn

ÍSF og Fólkaheilsuráðið fara nú undir nýggja avbjóðing fyri at fáa føroyingar at røra seg.

2020-07-04 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ÍSF og Fólkaheilsuráðið fara nú undir nýggja avbjóðing fyri at fáa føroyingar at røra seg, í allan juli mánaða kunnu føroyingar vitja fjallatoppar og luttaka í kappingini um eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar. Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.

Kekkið inn á Sona appini
Fyri at vera við í kappingini, skal mann vitja fimm ymiskar fjalltoppar í juli og skráseta túrin á Sona appini.

Fyri at skráseta er neyðugt, at vera innritað/ur á Sona og hava lokalitet tendrað á telefonini. Tað er umráðandi, at kekka inni á Sona appini.

Øll, ið hava kekkað inn í juli, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast í egnum landi, og tey sum vitja fimm fjallatoppar eru við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, sum verður latin í august.

Enn ber eisini til at ganga fimm bygdagøtur og kekka inn fyri at vera við í kappingini. 

Fjallatúrarnir og bygdagøturnar eru allar vístar á heimasíðuni http://pol.fo

Høvuðsvinningurin
Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum.

– Tit flúgva við tyrluni úr Vágum fríggjadagin 7. august, og lenda í Mykinesi, har tit búgva í hugnaligu á Lonini Guesthouse, har Oda frá GoLocal fer at vera um tykkum alt vikuskiftið.

– Tit gista í hugnaligum kømrum undir væðingini í søguliga gistingarhúsinum. Á skránni er góður føroyskur matur, sólseturtúrur við ferðaleiðara at hyggja at lundum og túrur niðan á Knúk við ferðaleiðara. Njótið hugnaligu bygdina og friðin um kvøldið við áartutli og fuglasongi. Alt vikuskiftið fáa tit lekran heimagjørdan mat.

– Tyrlan kemur aftur eftir tykkum sunnudagin 9. august. Á veg heim aftur flúgva tit við tyrluni til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni. Umborð á tyrluni fáa tit ábit og okkurt fyri tostan.

placeholder
placeholder