Fótbóltur

B36 setti KÍ uppá pláss

Heimaliðið vendi 0-1 til 3-1 uppá 12 minuttir í 1. hálvleiki og skoraði fimm av sínum seks málum uppá deyðbóltar. KÍ fekk Deni Pavlovic útvístan beint fyri hálvleik og Jákup Biskopstø Andreasen seint í dystinum.

B36 hevði heilt seks mál at fegnast um, tá liðið fyri aðru ferð í ár basti føroyameistarunum (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevði heilt seks mál at fegnast um, tá liðið fyri aðru ferð í ár basti føroyameistarunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-12 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast B36 tók ímóti KÍ kom útiliðið á odda longu eftir fimm minutttir. Soleiðis varð eisini hesuferð, tá liðini hittust á 12. umfari. Dysturin varð leiktur á Tòrsvølli, tí tað er í løtuni arbeiði á og við Ovara Vøll, har millum annað nýtt graslíki verður lagt á. Jákup Biskopstø Andreasen skoraði fyrsta Betrideildar-málið á tjóðarleikvøllinum í ár. KÍ tók stutt horna í vinstru, Patrik Johannesen legði sera væl inn fyri, og so kundi liðformaðurin stýra bóltinum í málið.

[object Object]
KÍ kom sera væl frá byrjan á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Hetta setti beinanvegin lív í dystin, ið nógv fólk vóru komin til. Bæði liðini søktu at, men B36 var nærri við, og miðskeiðis í 1. hálvleiki kom útjavnandi málið. Tað var eftir hornaspark, at bólturin kom út úr KÍ-brotsteignum, eitt skot kom ímóti KÍ-málinum, og umvegis Sebastian Pingel fór bólturin í málið. Teir í í KÍ-leguni vildu hava, at dømt varð fyri rangstøðu, men áleyparin var ikki innanfyri linjuna. Beint eftir at bólturin varð givin upp fekk Sebastian Pingel gult kort fyri eina støðu, har hann ógvusliga leyp inn í Deni Pavlovic, og KÍ'arnir vildu hava ein annan lit av kortinum. Beint fyri hálvleik høvdu serbin og danin ein av sínum sínum mongu nærdystum. Tað gjørdist tann seinasti hjá Deni, ið fekk sítt seinna gula kort fyri at geva Pingel eitt skump.

[object Object]
Pavlovic og Pingel í nærdysti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Áðrenn hetta hevði B36 skorað tvær ferðir afturat, og tískil var B36 í sera góðari støðu, tá farið var til hálvleiks. 2-1 málið kom eftir hálvan tíma, tá Árni Frederiksberg legði eitt fríspark væl innfyri úr høgru, tætt við brotsteignum. Michal Przybylski rann væl inn og stýrdi bóltinum í málið, og bert fáar minuttir seinni  var Michal aftur á heilt rætta staðnum í málteigum hjá KÍ. Hetta var eftir eitt langt innkast, ið endaði heilt við aftaru stong. Í báðum førum var talan um sera ivasamt verjuspæl hjá KÍ - serliga í seinna førinum - men B36 vísti sína styrki í deyðbóltunum.

[object Object]Michal sló til tvær ferðir innanfyri fimm minuttir (Mynd: Sverri Egholm) 

Løtu seinni helt Kristian Joensen KÍ inni í dystinum og Michal frá at skora hattrik, tá álopskendi miðvallarin gjørdist púra fríur eftir sera gott B36-spæl. Heimaliðið hevði yvirvágina seinnu hálvu av 1. Hálvleiki og hótti ofta, serliga við Meinhard Olsen. KÍ hevði tó nakrar støður. Páll Klettskarð kom til ein fluktara og ein stútara, ið Rói Mørk Hentze bjargaði væl, og klaksvíkingar vildu hava brotsspark, tá Páll fór umkoll, eftir at Rói kom út ímóti honum.

Hóast KÍ spældi við tíggju monnum, so vóru tað føroyameistararnir, ið fingu fyrsta málið eftir steðgin og skapti spenning í dystin aftur. Ròi Mørk Hentze sá heilt illa út í støðuni, har hann fyrst misti bóltin til innskifta Ole Erik Midtskogen og nøkur sekund seinni ikki fekk fatur á skotinum frá norðmanninum, ið kom so at siga mitt á málverjan, men flatt. Hetta var tó gott arbeiði av Ole Erik, tí hann trekti framvið Sonna Ragnar Nattstad og Eli Falkvard, áðrenn hann royndi seg við vinstra beininum.

B36 var tó greitt omaná í dag og næstu tíggju minuttirnar stongdi heimaliðið hurðina. Fyrst revsaði Pingel enn einaferð KÍ fyri ikki at dekka ordliga upp í samband við ein deyðbólt, tá áleyparin stútaði bóltin væl í málið eftir horna frá Alex Mellemgaard. Síðani varð Meinhard feldur, eftir at hann trekti inn í brotsteigin úr vinstru. Tá var 18-ára gamli Børge Petersen, ið gjørdi brotsparkið. Hann byrjaði inni fyri fyrstu ferð í ár -  á sentrala miðvøllinum saman við Jákupi Andreasen. Eftir at Deni Pavlovic fekk reytt kort, fór Børge aftur í miðverjuna, har hann sum oftast spælur við 1. deild. Alex Mellemgaard var sum vanligt tryggur úr ellivu metrum.

[object Object]
Alex Mellemgaard var aftur í dag eyðsýndur fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

5-2 og so var tað “cruise control” hjá B36. Lagið á heimaáskoðarunum var sera gott, og liðið hjá Jákup á Borg vísti í dag kynismu og ágangandi spæl. Ein smeitur var, at vælleikandi tvímálsskjúttin Michal Przybylski noyddist út, tí hann føldi okkurt í baklærinum. Hetta var dystur nummar 100 hjá Michal í Betrideildini og hann hevur átta mál í Betrideildini

Video: At tað skuldi enda 6-2 hevði eingin væntað

Hjá KÍ snúði tað seg nú um at avmarka tapið. Tað gjørdist tó uppaftur tyngri, tá fimm minuttir vóru eftir. Jákup Andreasen var ov seinur í ein nærdyst og fekk eitt heldur tunt seinna gula kort. Nú var tað 11 móti 9 - nakað ið B36 vanliga dugir væl, tá liðið er í undirtali. Innskifti Hannes Agnarsson fekk seinasta orðið í dystinum og sítt fyrst amál í Betrideildini í ár, tá hann rann væl inn til eitt flatt innlegg frá Meinhardi Olsen. 6-2 og tað eydnaðist hjá B36 at seta føroyameistaran uppá pláss og gagnnýta, at liðið var betri fyri eftir dystirnar í steypakappingini í miðvikuni. Hjá KÍ var hetta ein ein smeitur; seinna tapið fyri B36 í ár og nú fóru NSÍ og B36 ordliga frammum. Um HB vinnur í kvøld, verða fimm stig upp til oddasessin eftir 12. Umfar. B36 skal um ellivu dagar spæla oddadyst móti HB og er í løtuni í einum góðum stima og skorar nógv mál.

B36 – KÍ 6-2 (3-1)
6’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-1
23’ Sebastian Pingel 1-1
31’ Michal Przybylski 2-1
35’ Michal Przybylski 3-1
54’ Ole Erik Midtskogen 3-2
58’ Sebastian Pingel 4-2
64’ Alex Mellemgaard 5-2 (br.)
90’ Hannes Agnarsson 6-2

Reytt kort: Deni Pavlovic (43’), Jákup Biskopstø Andreasen (86’)

B36 (4-2-3-1):
Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Erlendur Magnusson (77’ Hugin Samuelsen), Eli Falkvard Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (74’ Magnus Holm Jacobsen), Meinhard Egilsson Olsen- Sebastian Pingel (68’ Hannes Agnarsson)

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Ólavur Niclasen (55’ Dávid Langgaard) – Jóannes Bjartalíð, Børge Petersen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen – Boris Dosljak (65’ Jonn Johanessen), Páll Andrasson Klettskarð (46’ Ole Erik Midtskogen)

Myndir frá dystinum


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder