Fótbóltur

U15 genturnar skulu til Horsens

Christian Høgni Jacobsen hevur úttikin hópin, sum í august skal til ”Talentstævne”. Seks leikarar eru úr HB, fýra úr Skála, og FC Hoyvík hevur sín fyrsta landliðsleikara á kvinnusíðuni.

U15-landsliðið við gentum, sum í fjør var til kapping í Spania (Mynd: fsf.fo)

U15-landsliðið við gentum, sum í fjør var til kapping í Spania (Mynd: fsf.fo)

2020-07-15 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Beint nú vita vit ikki so nógv um, hvørji liðini verða, sum vit skulu spæla ímóti, men greitt er, at talan verður um rímuliga sterka mótstøðu. So hetta verður spennandi og avbjóðandi,

Hetta sigur Christian Høgni Jacobsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF, í samband við at hann hevur tikið 18 leikarar út ið skulu umboða Føroyar 

Í døgunum 11. til 17. august skal føroyska U15-landsliðið við gentum til Horsens har tær skulu taka lut í ”Talentstævne”. Umframt føroyska landsliðið, verða tað eisini lið úr Danmark og øðrum Norðurlondum, ið koma at luttaka.

– Vit hava fyrireikað okkum væl, og eg haldi at allur hópurin gleðir seg til hesar dystirnar. Tað verður eisini spennandi at síggja, hvussu støðið hjá okkum er, sammett við útlendsk lið, sigur Christian Høgni Jacobsen.

Ein triðingur av hópinum eru leikarar úr HB. Merkisvert er eisini, at fýra leikarar eru úr Skála. Brá Zakariasardóttir er fyrsti kvinnuliga landsliðsleikari í søguni hjá FC Hoyvík.

Hópurin
Fríða M. Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Lea T. Johannesen, HB
Borghild D. Dánialsdóttir, HB
Anna S. Carlsen, HB
Ró Reginsdóttir, HB
Katarina Mikkelsen, Skála
Ingrið Berg, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Jonnhild Sondum, B68
Brá Zakariasardóttir, FC Hoyvík
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Theresa Jacobsen, EB/Streymur
Agatha K. Djurhuus, FC Suðuroy
Nicola Toftegaard, ÍF

Ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin 11. august, og verður heima aftur mánadagin 17. august. Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum verða á Svangaskarði á Toftum 19. juli, 6. august og 9. august, skrivar fsf.fo.

U15 landsliðið við genutum er tað fyrsta, ið skal í eldin í heyst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder