Fótbóltur

Liverpool lyfti Premier League-steypið eftir frálíkan dyst á Anfield

Tíverri vórðu eingir áskoðarar við til søguliga løtuna, men Liverpool-fjepparar kring heim stórfegnaðust í kvøld, og fótbóltsáhugaði fingu nógv undirhald og góð mál.

Eftir 30 ára-bíðitíð hevur Liverpool aftur vunnið enska meistaraheitið (Mynd: EPA)

Eftir 30 ára-bíðitíð hevur Liverpool aftur vunnið enska meistaraheitið (Mynd: EPA)

2020-07-23 00:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22. juli 2020. Tað varð dagurin har ein leikari í einum Liverpool-búna á fyrsta sinni kundi lyfta Premier League-steypið. Tað var 28-ára gamli Jordan Henderson. Miðvallarin, ið er úr Sunderland, er ein av bestu boðunum at gerast ársins leikari í Premier League. Hann er liðformaður hjá einum liði, sum við sigrinum í kvøld kom uppá 96 stig - tað eru 18 stig fleiri enn Manchester City, sum í fjør vann heitið beint frammanfyri Liverpool, ið tá fekk 97 stig.  

Tað fyrsta meistaraheitið í 30 ár hjá Liverpool gjørdist veruleiki, tá Chelsea 25. juni vann 2-1 á Manchester City á Stamford Bridge. Harvið kundi City ikki longur fáa fatur á Liverpool. Tað var bert ein spurningur um tíð, og í kvøld vitjaði Chelsea á Anfield. Tað var ímóti Chelsea á Anfield, at Steven Gerrard á várið í 2014 gleið - í dystinum har Liverpool kundi taka eitt risafet ímóti sínum fyrsta Premier League-heiti. Í kvøld var tað maðurin, ið var makkarin hjá einari av allarstørstu Liverpool-legenduni í nýggjari tíð á miðvøllinum tað kappingarárið, sum endliga kundi lyfta steypið.

[object Object]
Mynd: EPA

Áðrenn tað fór fram vórðu átta mál skoraði. Liverpool hevur als ikki spælt væl eftir korona-steðgin, men í kvøld var verulig góðska á í álopsspælinum, og Naby Keita fekk hol á um miðjan 1. hálvleik við frálíkum langskoti. Í 38. minutti økti Trent Alexander-Arnold við framúr frísparki, og fimm minuttir seinni skoraði Winjaldum til 3-0. Oliver Giroud pyntaði í yvirtíðini, men tíggju minuttir inn í 2. hálvleik skoraði Roberto Firmino sítt fyrsta mál á heimavølli í yvir eitt ár - tað kom eftir frálíkt innlegg frá Alexander-Arnold.

Síðani komu Pulisic og Abraham inn, og næstan beint aftaná fann amerikumaðurin áleyparan eftir frálíkan dribblitúr. Pulisic minkaði til 4-3 eftir innlegg frá einum øðrum innskiftara, Callum Hudson-Odoi - talan var um sera góða niðurtøku og eitt super spark. Innskifti Oxlade-Chamberlain sló tó í 84. minutti fast, at Liverpool fór at fáa trý stig sama kvøld, sum liðið hjá Jurgen Klopp fekk fatur á Premier League-steypinum. 

[object Object]Mynd: EPA

Tíverri vóru áskoðaraplássini tóm, men kvøldið var sera stórt fyri allar Liverpool'arar. Fýrverk var fleiri ferðir at hoyra ígjøgnum seinna hálvleik, kvøldið var av álvara hátíðarhildið, í millum annað Klaksvík, og nakað eftir seinasta bríksl fingu leikararnar hjá søguríka felagnum sínar medaljur og sítt steyp á The Kop. Hetta var seinasti heimadystur hjá Liverpool í ár. Hetta var triðja árið á rað uttan ósigur á Anfield í Premier League. Liverpool kann við sigri í seinasta umfarinum, í Newcastle sunnudagin, seta met fyri flest stig í søgu felagsins í einum kappingarári

Premier League 37. umfar
22.07
Liverpool - Chelsea 5-3 (3-1)
Manchester United  - West Ham 1-1 (0-1)

1. Liverpool 96 stig
2. Manchester City 78 stig 
3. Manchester United 63 stig
4. Chelsea 63 stig
5. Leicester 62 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder