placeholder
Fótbóltur

HB koppaði enn einaferð B36

Mikkel Dahl og Hilmar Leon Jakobsen skoraðu málini hjá teimum í reyðum og svørtum, og HB er harvið frammanfyri NSÍ aftur. B36 misti týðandi fet í oddastríðnum..

Stórur fagnaður eftir at Mikkel Dahl skoraði sítt fyrsta mál sum HB-leikari (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður eftir at Mikkel Dahl skoraði sítt fyrsta mál sum HB-leikari (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-23 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist, sum væntað, um eina inntensa og undirhaldandi grannauppgerð, har liðini veruliga løgdu nógv fyri, og har leikararnir veruliga vóru til staðar í nærdystinum. Tað var so at siga so fullsett sum gjørligt á Tórsvølli, og áskoðarnir, serliga teir hjá HB og serliga í 2. hálvleiki, vóru veruliga við. 

HB byrjaði væl betri, síðani javnaði dysturin seg meira út, áðrenn B36 gjørdist meira vandamikið fyri steðgin. Teitur Gestsson vardi tó væl fyri, tá hann varð noyddur til tað, og ungu verjuleikararnir, Samuel Chukwudi og Heri Hjalt Mohr, vístu veruliga sína styrki.

Bæði málini komu í 2. hálvleiki, og bæði vóru stútarar. Mikkel Dahl hevði fingið eitt mál kolldømt vegna rangstøðu í 1. hálvleiki, men í 53. minutti var einki galið við málinum. Innskifti Hilmar Leon Jakobsen var hægstur eftir hornaspark, tá eitt gott korter var eftir, og harvið stongdi hann hurðina fyri B36, ið hevði nakrar vandamiklar støður í 2. hálvleiki, men sum annars ikki fekk trýst ella hótt HB veruliga.

Liðið hjá Jens Berthel Askou vann samanlagt uppiborið. HB er nú aftur oddalið - tvey stig aftanfyri NSÍ, ið tekur ímóti KÍ, sum er á 3. pláss, mánadagin. B36 er nummar fýra í Betrideildini og hevur nú seks stig upp til grannarnar. Víkingur er uppgávan á ólavsøku. 

Viðmerkingar koma um eina løtu.

18. umfar - framskundað frá 28. august
HB - B36 2-0 (0-0)
53' Mikkel Dahl 1-0
74' Hilmar Leon Jakobsen 2-0 

Myndir: HB - B36

Støðan í oddinum

1. HB (34 stig)
2. NSÍ (32 stig)
3. KÍ (29 stig)
4. B36 (28 stig) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder