Fótbóltur

Skála og Bill hava støðgað samstarvinum

Partarnir eru samdir um, at hetta er tað besta í verandi støðu, og nýggja venjaraloysnin á Skála verður kunngjørd í annaðkvøld. Hetta váttar formaðurin hjá Skála fyri Portalinum.

Bill stóð á odda fyri Skála í 15 dystum. Talan gjørdist um ein javnleik og 13 ósigrar í Betrideildini og ein sigur í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

Bill stóð á odda fyri Skála í 15 dystum. Talan gjørdist um ein javnleik og 13 ósigrar í Betrideildini og ein sigur í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-31 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 14 dystir í Betrideildini hevur Skála bert 1 stig. Liðið hevur fýra stig upp til 9. plássið og fimm stig til bjargingina. Mánakvøldið tapti Skála 3-1 á heimavølli fyri EB/Streymi. 

Nú er greitt, at Skála skal royna at halda sær uppi vid einum nýggjum við róðrið. Formaðurin hjá Skála, Ingi Hansen, váttar í kvøld fyri Portalinum, at hendan avgerðin er tikin, og at tað er í sátt og semju við fráfarandi venjaran.

- Vit hava prátað um støðuna, og Bill hevur víst á at rødd hansara hevur ljóðað síðani november, og at tað besta kanska er, at okkurt nýtt og frískt kemur inn. Vit halda, at tað býr meira í liðnum, enn úrslitini vísa, men vit mugu síggja veruleikan í eyguni. Eg skal undirstrika, at avgerðin er tikin í sátt og semju.

Ingi Hansen sigur, at hann ikki kann siga meira um avloysaran í verandi løtu, men at í annaðkvøld fær hópurin, sum í kvøld fekk at vita, at Bill McLeod Jacobsen ikki fer at halda fram, kunning um, hvør kemur inn.

Bill McLeod Jacobsen varð settur í vetur, og talan er um fyrstu venjarabroytingina í Betrideildini, síðani kappingarárið byrjaði. Skála spælir sunnudagin móti KÍ á heimavølli.

placeholder
placeholder